Sjúrður J. Ravnsfjall settur sum ráðgevi í kunningar- og samskiftistøkni
20.05.2016
Skriva út

Sjúrður J. Ravnsfjall settur sum ráðgevi í kunningar- og samskiftistøkni

Frá 1. august 2016 er Sjúrður J. Ravnsfjall settur sum ráðgevi í kunningar- og samskiftistøkni á Fróðskaparsetrinum/Námsvísindadeildini


Sjúrður tók læraraútbúgving á Føroya Læraraskúla í 2009, og hevur síðan tikið prógv sum cand. pæd. í kt-didaktisk design á Danmarks Pædagogiske Universitetsskole í 2012. Seinastu árini hevur hann virkað sum lærari og kt-vegleiðari á stórum framkomnum skúla í Vedbæk.

Hetta hevur givið honum hollar royndir í at undirvísa og vegleiða bæði børnum og vaksnum í kt, at hugsa didaktiskt og nýskapandi umframt at stýra broytingartilgongdum og at samstarva. Útbúgvingin sum cand.pæd í kt-didaktisk design hevur umframt hetta givið honum innlit í granskingarpartin av starvsøkinum.

Samanumtikið skuldi hetta gjørt hann væl skikkaðan til at røkja starvið sum ráðgevi í kunningar- og samskiftistøkni, sum í høvuðsheitum snýr seg um at vera við til at menna hetta økið á Setrinum, bæði sum vanligt arbeiðsamboð hjá starvsfeløgum í sambandi við undirvísing og læring og sum granskingar- og menningarøki.