Skeið á Sjúkrarøktarfrøðideildini
Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttalagi á masterstigi verður aftur boðið út á Sjúkrarøktarfrøðideildini.
Á Sjúkrarøktarfrøðideildini hevur verið arbeitt leingi við at menna masterútbúgving. Sum liður í hesi menning er nú klárt at bjóða út skeið í vísindaástøði og granskingarháttalagi. Skeiðið er 15 ECTS stig og verður í heyst og er lýst á heimasíðuni, sí leinkið. Umsóknarfreistin er 31. mai 2014.
Endamálið við skeiðinum er, at lesandi
- ogna sær innlit í og vitan um ymisku vísindaligu greinirnar
- skilja týdningin av valdum tilgongdum í mun til heilsuvísindaliga gransking
- ogna sær vitan um og førleika at arbeiða við kvalitativum og kvantitativum háttaløgum innan heilsuvísindi á masterstigi
- menna sjálvstøðugt uppskot til granskingarprotokoll fyri kanning innan heilsuvísindi við hóskandi háttalagi Skeiðið er grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking.
Skeiðslýsing kann takast niður her
Skeiðið verður frá viku 37 – 51 og byrjar við undirvísing í viku 37, frá 8. – 12. september. Restina av skeiðinum verður undirvíst mána- og týsdag aðruhvørja ólíka viku.
Undirvísingardagarnir eru: 22. og 23. september, 6. 7. 20. og 21. oktober, 3. 4. 17. og 18. november, 1. 2. 15. og 16. desember.
Fortreytir til upptøku eru heilsufaklig útbúgving á bachelor stigi og Ískoytisútbúgvingin fyri heilsustarvsfólk á SFD.
Skeiðsgjaldið er 5000 kr. Gjaldið er fyri undirvísing, vegleiðing, próvtøku og umsiting og verður goldið, áðrenn skeiðið byrjar.
Umsóknarblað er tøkt at taka niður her
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...