02.05.2011
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Skeið á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya

Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya bjóðar kliniskt vegleiðaraskeið og skeið í Gerontologi.


Felags fyri skeiðini

Málbólkur
Bæði skeiðini eru á bachelorstøði og øll heilsustarvsfólk við miðallangari framhaldsútbúgving kunnu søkja.

Tíð
Septembur 2011 til mai 2012. Hvørt skeiði fevnir um í alt 7 vikur.

Gerontologiskeiðið
verður vikurnar 39, 43, 44, 47, 06, 10 og 15

Kliniskt vegleiðaraskeið verður vikurnar 39, 43/44,48/49, 5/6, 9, 16 og 19.

Skeiðslýsingar
Skeiðini eru lýst á heimasíðuni hjá Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya
www. setur.fo undir Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya
Nærri upplýsingar kunnu eisini fáast við at venda sær til Hildur við Høgadalsá, skeiðleiðara, hildur.hoegadalsa@skulin.fo tlf 292256

Stig
9 ECTS

Próvtøka
Skeiðið endar við einari skrivligari bólkauppgávu við munnligari framløgu.
Próvdømingin er innanhýsis og verður mett staðið/ikki staðið

Kostnaður
Prísur fyri hvørt skeið verður 7000kr. Gjaldast skal áðrenn skeiðið byrjar og tilmeldingin er bindandi


Umsókn við váttaðum avriti av prógvi fyri miðallangari framhaldsútbúgving skal sendast til Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya, Jónas Broncks gøta 25, FO-100 Tórshavn í seinasta lagi 15. juni 2011.