26.02.2008
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Skeið á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum

Útbúgving av kliniskum vegleiðaraum 2008/2009


ÚTBÚGVING AV KLINISKUM VEGLEIÐARUM

Nýtt skeið byrjar í september 2008 og endar í juni 2009.

Útbúgvingin fevnir um 1/6 ársverk, sum svarar til 9 ECTS (European Credit Transfer System) og verður boðin út í 7 modulum.

Modulini liggja í vikunum 38, 43 og 47 í 2008 og 7, 11, 17 og 20 í 2009. Vika 20 er verkætlanarvika, og próvtøkuuppgávan skal latast inn í 23. viku.

Skeiðið er tvørfakligt og kann søkjast av fólki við hægri útbúgving innan heilsuverkið sum t.d. sjúkrarøktarfrøðingum, fysioterapeutum, ergoterapeutum og øðrum.

Hjá sjúkrarøktarfrøðingum er skeiðið ókeypis. Hjá øðrum er kostnaðurin 16.000 kr.

Lýsing av skeiðnum og tilmeldingarblað fæst við at venda sær til skúlan, tlf. 352250 ella við at fara inn á heimasíðuna: www.srfs.fo

Tilmeldingarfreistin er: 15. apríl 2008 kl. 15:00