Bryggjan 5.jpg
30.05.2022
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Skeið fyri granskarar í heilsuvísindum

Í heyst verður grundskeið í hagfrøði við R fyri granskarar í heilsuvísindum. Evstamark at tekna seg er 1. juni

Skeiðið hevur til endamáls at betra førleikarnar hjá luttakarunum til at gera grundleggjandi hagfrøðiligar greiningar í R, umframt at menna førleikarnar hjá luttakarunum at fyrihalda seg til hagfrøðiligar myndlar og tær niðurstøður, ið kunnu spyrjast burtur úr eftirfylgjandi hagfrøðiligum greiningum.

Luttakararnir skulu hava lokið masternám.

Skeiðið er fyri granskarar í heilsuvísundum og granskarar, ið fáast við ella hava ætlanir um at fáast við hagfrøðiliga greining av størri dátumongdum uttan mun til granskingarøkið.

Skeiðið er ókeypis fyri ph.d.-lesandi á Setrinum og ph.d.-lesandi knýtt at universitetum, ið eru við í NorDoc-samstarvinum.

Aðrir skeiðsluttakarar gjalda skeiðsgjald, sum er 6.000 krónur.

Áðrenn skeiðsbyrjan eiga fólk, ið ikki hava royndir við R, at luttaka í R-verkstovu í tveir dagar, sum Setrið skipar fyri í viku 34.

Skeiðið byrjar 29. august og umsóknarfreist er 1. juni 2022.

Lesið meira her.