supportive_parents_-_child_development.jpg (1)
Námsvísindadeildin á Setrinum bjóðar skeið í starvslæruvegleiðing til námsfrøðingar og til lærarar (Foto: freerangestock.com)
Brynhild Thomsen
17.08.2021
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Skeið fyri starvslæruvegleiðarar og akkersfólk

Spennandi nýggj skeið til tykkum, sum vilja verða góðir vegleiðarar hjá komandi lærarum ella námsfrøðingum. Umsóknarfreist er 1. september

Nú kunnu lærarar og námsfrøðingar koma á Námsvísindadeildina at menna sínar førleikar til at taka móti lesandi, sum koma í starvslæru, og hjá lærarum eisini at menna sínar førleikar sum akkersfólk hjá nýggjum lærarum úti á skúlunum.

Skeiðini fyri ávikavist lærarar og námsfrøðingar eru ymisk.

Sí nærri kunning um bæði skeiðini her.

Skeiðið fyri lærarar

Hetta er eitt skeið, sum Námsvísindadeildin hevur fyri fólkaskúlalærarum, sum vilja menna seg í starvslæruvegleiðing og akkersfólkaarbeiði. Bæði Lærarafelagið og skúlastjórar hava eftirlýst slíkt skeið, og nú er at taka av møguleikanum.

Starvslæran er ein týdningarmikil partur av læraraútbúgvingini. Fyri at gera starvslæruna so munadygga sum gjørligt, eru grannalond okkara farin at bjóða starvslærarum eitt serskilt skeið, ið skal brynja teir at taka ímóti lesandi og geva teimum førleikar at leggja eitt mennandi starvslæruskeið til rættis.

Lærarar, ið taka tílík skeið í Danmark, Norra og Finnlandi, standa fremst fyri, tá ið starvslæruvegleiðarar verða tilnevndir.

Leiðslan á Námsvísindadeildini hevur kannað, hvussu starvslæruvegleiðaraskeið verða skipað aðrastaðni. Skeiðini er ikki eins, men tey hava ymiskt í felag. Eisini hava vit havt samband við skúlastjórar, lærarar og lesandi og hava fingið staðfest, at í føroyska skúlaverkinum er eitt stórt ynski um, at føroyskir fólkaskúlalærarar skulu hava møguleika at taka eitt skeið í starvslæruvegleiðing.

Nú er so komið á mál við fyrireikingunum, og lestrarárið 2021/2022 kunnu teir fyrstu 20 lærararnir seta seg á skúlabonk á Námsvísindadeildini.

Undirvíst verður triðja hvønn fríggjadag frá kl. 09.00 til 14.00. Fyrsti undirvísingardagur er 10/9-2021, og seinasti undirvísingardagur er 3/6-2022.

Tað serliga við tí føroyska skeiðnum er, at tey lesandi fara ikki bara at fáa servitan um starvslæruvegleiðing, men skeiðið varpar eisini ljós á akkersfólkaarbeiði. T.e. at skeiðsluttakararnir læra at vegleiða nýútbúnum lærarum eins væl og lesandi, ið koma í starvslæru.

Les meira um skeiðið her.

Sú undirvísingarætlanina her.

Og far til umsóknarblað her.

Starvslæruvegleiðing fyri námsfrøðingar

Eisini verður skeið í starvslæruvegleiðing komandi lestrarár fyri námsfrøðingar.

Starvslæran á námsfrøðingaútbúgvingini er sera týdningarmikil fyri tann lesandi og ein týðandi og avgerðandi partur í útbúgvingini.

Starvslæran skal samantvinna ástøðina við praksis, har tann lesandi skal royna seg í verki. Í starvslæruni hevur starvslæruvegleiðarin ein avgerðandi leiklut, tá tað snýr seg um at kunna fyriskipa, vegleiða og eftirmeta starvslæruna. Starvslæruvegleiðarin skal kunna fylgja menningini hjá tí starvslærulesandi og megna at fyrihalda seg til hesa menningina við støði í krøvunum á námsfrøðingaútbúgvingini til starvslæruna og fakliga økinum, arbeiðstilgongdum og mentanini á starvslærustaðnum.

Í mong ár hevur verið eftirspurningur eftir einum skeiði í starvslæruvegleiðing, og Námsvísindadeildin kann nú bjóða tær júst hetta skeiðið. Um tú hevur arbeiðsroyndirnar og áhuga fyri starvslæruvegleiðing, so hevur tú møguleikan at søkja nú.

Les meira um skeiðið her.

Sí undirvísingarætlanina her.

Og far til umsóknarblað her.

Umsóknarfreist fyri bæði skeiðini er  1. september 2021.