Skeið í akademiskari uppgávuskriving (1)
13.12.2012
Setursskrivstovan
Skriva út

Skeið í akademiskari uppgávuskriving

Aftur til várs verður møguleiki hjá lesandi fyri at luttaka á skeiði í akademiskari uppgávuskriving.


Talan er sum nevnt um eitt tilboð til lesandi á Fróðskaparsetrinum. Tað verður Bjørg Jacobsen, sum verður lærari og neyðugt er ikki við fyrireiking. Skeiðið er grundað á bókina "Den gode opgave" eftir Lotte Rienecker og Peter S. Jørgensen.

Á skeiðnum verður komið inn á hesi økir:
•    Hvussu komi eg í gongd?
•    Hvussu geri eg ein hóskandi spurdóm?
•    Hvussu skal eg brúka bókmentirnar?
•    Hvussu byggi eg uppgávuna upp?
•    Hvussu sleppi eg burtur úr henni?

Skráin sær soleiðis út:
•    Týsdag 05.02.13: Kom í gongd – spurdómur.
•    Týsdag 12.02.13: Skriviprosess og strukturering.
•    Týsdag 19.0213.: Argumentatión.
•    Týsdag 26.02.13: Formalia.

Undirvíst verður kl. 15-17 allar dagar. Freistin at melda til er 1. februar og verður hetta gjørt hjá Bjørg Jacobsen bjorgj(at)setur.fo. Her fæst eisini nærri kunning.

Skeiðið er ókeypis tilboð til lesandi á Fróðskaparsetrinum og gevur ikki ECTS.