Skriva út
Skeið í bioinformatikki
European Bioinformatic Institute og FarGen skipa fyri skeiði í bioinformatikki
Sterki granskingarstovnurin European Bioinformatic Institute, sum er partur av Cambridge Genome Campus, heldur í døgunum 28 og 29 november í ár skeið í bioinformatik í samband við arbeiði við ílegum.
Skeiðið er partur av FarGen verkætlanini og liður í at førleikamenna fólk at arbeiða við ílegum.
Skeiðið verður í Veistluhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Meira sæst um skeiði her
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Boga Eliasen á tlf 304705 og tpost bogi(at)health.fo.
EBI, European Bioinformatic Institute, er ein akademiskur granskingarstovnur á Wellcome Trust Genome Campus í Cambridge. EBI er eisini partur av Europena Molecular Biology Laboratory (EMBL) og soleiðis ein av fimm ES elitugranskingarstovnum á íleguøkinum.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...