Skeið í diabetes á Setrinum
Hetta vikuskiftið endar skeið á Fróðskaparsetri Føroya í diabetes fyri sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiða í kommunulæknaskipanini.
Skeiðið kom í lag eftir áheitan frá Heilsumálaráðnum við støði í Heildarætlanini fyri diabetes, sum varð handað landsstýrismanninum í heilsumálum í juli í fjør. Heildarætlanin setti fram tilmæli um, at sjúklingar við typu 2 diabetes skuldu viðgerast í kommunulæknaskipanini. Sambært tilmælinum skuldu sjúkrarøktarfrøðingar hava ein týðandi leiklut í hesi viðgerð og tí varð mælt til, at sjúkrarøktarfrøðingar skuldu førleikamennast.
Heilsumálaráðið heitti í tí sambandi á Sjúkrarøktarfrøðideildina at taka hesa uppgávu upp á seg. Skeiðið byrjaði í mai og undirvíst hevur verið fríggjadag og leygardag sjey vikuskifti í alt. Innihaldið í undirvísingini hevur verið eftir skeiðslýsingini. (Skeiðslýsing sæst her).
26 sjúkrarøktarfrøðingar enda leygardagin skeiðið í diabetes á 10 ECTS og eru harvið førleikamentir til at taka hesa nýggju uppgávu upp á seg.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...