Skeið í enskum á Fróðskaparsetri Føroya
Skriva út

Skeið í enskum á Fróðskaparsetri Føroya

Í heyst bjóðar Fróðskaparsetur Føroya út skeið í enskum. Skeiðini verða bjóðað út í samstarvi við University of Cambridge ESOL Examinations. Talan er um skeiðini Certificate in Advanced English og Certificate of Proficiency in English.


Certificate in Advanced English verður hildið frá 20. oktober 2011 til mai/juni 2012 (31 vikur) og undirvísingin er hósdagar kl. 13.00 – 16.00. Fortreytirnar fyri at luttaka eru enskt á miðnámsstigi A/B ella samsvarandi kunnleiki, eitt nú Cambridge FCE-royndin, førleiki í at nýta málið, talað og skrivað.

Certificate of Proficiency in English verður hildið frá 19. oktober 2011 til mai/juni 2012 (31 vikur) og undirvísingin er mikudagar  kl. 09.00 – 12.00. Fortreytirnar fyri at luttaka eru, at “Advanced English”, málsligt students-. HF-, HH-prógv ella samsvarandi prógv er staðið, eins og góður førleiki at nýta málið.

Skeiðsgjaldið er kr. 3.000. Harafturat kemur próvtøkugjald, fyri First Certificate in English kr. 1.300, fyri Certificate in Advanced English kr. 1.400 og fyri Certificate in Proficiency in English kr. 1.500. Gjaldast skal í seinasta lagi við skeiðsbyrjan. Bæði skeiðs- og próvtøkugjøld skulu flytast á kontu 9870 – 428.097.1 í Suðuroyar sparikassa, viðm. navn og skeið.

Lærari er Sharon Christiansen og undirvíst verður á Fróðskaparsetri Føroya, Jónas Broncks gøta 25, 4.hædd, 100 Tórshavn. Nærri upplýsingar um skeiðið fáast á Setursskrivstovuni, tlf. 352500 ella setur@setur.fo

Próvtøkur eru mánaðarskiftið mai/juni 2012

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum.

Tilmelding er á www.setur.fo, har tilmeldingarskjal er at finna. Tilmeldingarfreist 7. oktober  2011.