Annika Sølvará
30.05.2007
Skriva út

Skeið í enskum gav spennandi arbeiðsmøguleikar

Dyggur førleiki í enskum kann vera við til at økja munandi um arbeiðsmøguleikarnar. Tað kann Tommy Petersen, fyrrverandi fulltrúi á Fiskimálaráðnum, vátta. Á Fiskimálaráðnum varð hann settur at leiða samráðingarnar við ES, EFTA og eysturevropeisk lond. Men fyri at betra sínar arbeiðsmøguleikar var neyðugt at styrkja kunnleikan í enskum.


Tí varð Tommy Petersen settur á skúlabonk av sínum egna arbeiðsgevara. Leiðslan í Fiskimálaráðnum sá ein góðan møguleika at styrkja um arbeiðsmøguleikarnar hjá honum við próvskeiðnum “Certificate of Proficiency in English” (CPE), ið “Cambridge ESOL” skipar fyri. “Cambridge ESOL” er ein sjálvstøðugur stovnur, ið upprunaliga varð stovnsettur av Cambridge University. ESOL stendur fyri English for Speakers of Other Languages.

- CPE hevði verið introduserað í Føroyum nøkur ár frammanundan, og tað tyktiskt sum tað perfekta valið, tí at eg kundi lesa og halda fram við mínum dagliga arbeiði, sigur Tommy Petersen í samrøðu við Tim Blanchard frá “Cambridge ESOL”.

- Mítt studentaskúla-enskt var ikki nøktandi til nógv annað enn privata ferðing, greiður Tommy frá.

Arbeitt í alskyns londum
- At eg tók CPE gjørdi meg føran fyri at tosa við í altjóða samráðingum og gav mær harvið fimm spennandi ár við samráðingum í flestu evropeisku londunum.

- Og tað gav mær eisini møguleikan at styrkja mín yvirskipaða fakliga profil og gav mær tríggjar sáttmálar: tveir langtíðarsáttmálar og ein stuttan sáttmála.

Tommy Petersen hevur arbeitt fyri Danida (Danish International Development Assistance)  í bæði Nepal, Irak og í Egyptalandi. Fyrst arbeiddi hann 3 ár í Nepal. Síðani ½ ár í Basra í Suðurirak. Og nú hevur hann arbeitt 3 ár í Egyptalandi.

- Eg hevði ongantíð komið upp á tal til hesar uppgávurnar uttan eg hevði eitt prógv í enskum á høgum støði, sigur Tommy Petersen.

- Innan tílíkt arbeiði er enskt snøgt sagt arbeiðsmálið, bæði í talu og skrift. Tað er eitt “must”.

Cambridge-próvtøkurnar høgt í metum
Síðani 1982 hevur Fróðskaparsetur Føroya verið góðtikið sum sjálvstøðugur próvtøkudepil (examination centre) fyri víðagitnu Cambridge-próvtøkurnar. Í ár verða próvtøkur hildnar á trimum stigum: “First Certificate in English”, “Certificate in Advanced English” og “Certificate of Proficiency in English”. Sostatt eru skeið til einhvønn tørv.

Tað góða við Cambridge-próvtøkunum er, at tær eru víðagitnar og harumframt mettar sum tær bestu próvtøkurnar av sínum slagi. Á hvørjum ári fara fleiri enn 1,5 miljónir fólk til próvroyndir á próvtøkudeplum í øllum heimspørtum.

Talan er ikki um vanliga málundirvísing, eins og vit kenna tað frá skúlum og fróðskaparsetrum, har undirvísingin snýr seg um at læra um málið og mentanina aftanfyri. Cambridge-próvtøkurnar byggja á frálæru, har tað snýr seg um at nýta málið í praksis – eins og ensktalandi fólk tosa enska málið.