Skeið í fjarleiting við British Geological Survey
Fólk frá British Geological Survey hildu í síðstu viku spennandi skeið á Staðsetingardeplinum
Í døgunum 6. – 8. juni, skipaði Staðsetingardepilin, sum er samstarv millum Setrið, Landsverk og Umhvørvisstovuna, fyri skeiði í m.a. fjarleiting (remote sensing).
Undirvísararnir, Luke Bateson og Alessandro Novellina, arbeiða hjá British Geological Survey. Teir hava báðir drúgvar royndir, tá tað snýr seg um jarðeygleiðingar-dátur (Earth observation data) so sum fylgissveinamyndir.
Evni, ið vórðu viðgjørd, vóru InSAR, multispektralar fjareygleiðingar, og hvussu vit kunnu arbeiða við slíkum dátum.
Ymisk ókeypis forrit so sum Google Earth Engine, EGMS og Sentinel Hub EO vórðu nýtt í hesum sambandi. Harafturat varð dentur lagdur á, hvussu hendan tøknin kann brúkast í Føroyum.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...