Skeið í føroyskum
09.01.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Skeið í føroyskum

Í vár fer Fróðskaparsetur Føroya aftur at bjóða út skeið í føroyskum.


Á skeiðnum lærir tú at nýta málið sum amboð á ein góðan og fjøltáttaðan hátt í arbeiði og gerandislívi. Skeiðið er ætlað teimum, sum hava føroyskt á miðnámsskúlastigi ella samsvarandi. 

Skeiðið, sum er sett til at taka 9 vikur, byrjar mánadagin 6. februar og gongur til 16. apríl. Undirvíst verður hvønn mánadag og hósdag  kl. 9.00 – 12.15.

Undirvísingin fer fram á Fróðskaparsetri Føroya, Jónas Broncks gøtu 25, 4. hædd, 100 Tórshavn. Próvtøka verður í viku 17.

Til ber at melda seg til við at útfylla tilmeldingarskjal á heimasíðuni www.setur.fo og er freistin 27. januar 2012. Næmingatalið er avmarkað.

Skeiðsgjaldið er kr. 3.000,00. Goldið verður fyri bæði skeiðs- og próvtøkugjøld á konta 9870 – 428.097.1 í Suðuroyar sparikassa, har viðmerkjast skal navn og skeiðsheiti. Gjaldast skal í seinasta lagi við skeiðsbyrjan.

Lærari verður Lena Reinert.

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum.

Nærri upplýsingar um skeiðið fáast við at ringja til Setursskrivstovuna, tlf. 352500 ella senda ein teldupost til setur(at)setur.fo