Skeið í føroyskum á universitetinum í Wien
Mánaðarskiftið mai-juni var Zakaris Svabo Hansen og helt skeið í føroyskum á universitetinum í Wien í Eysturríki.
Á Universität Wien, sum er eitt av elstu universitetum í Evropa, er lutfalsliga stór deild fyri norðurlendsk mál, og skeið eru regluliga í skandinavisku málunum og íslendskum, men føroyskt hevur higartil ikki verið partur av tí. Hetta hava tey á deildini fyri Skandinavistik leingi gjarna viljað bøtt um. Tey tóku tí stig til, at skipað varð fyri einum skeiði í føroyskum á universitetinum har. Skeiðið vardi góðar tvær vikur og 20 lesandi tóku lut. Á skeiðinum fingu tey lesandi innleiðslu í tað, sum eyðkennir føroyskt mál og sum er serligt í føroyskum samanborið við onnur norðurlandamál og germansk mál annars. Tey lesandi vóru ógvuliga áhugað og íðin og komu skjótt eftir nógvum av tí, sum eyðkennir føroyska ljóðlæru og mállæru sum heild. Eyðvitað er tað góð hjálp at hava týskt sum grundstøði, tá ið tað snýr seg um at skilja føroyska mállæru, og so hjálpir tað sjálvsagt eisini, at tey á ymsan hátt hava innlit í okkurt annað norðurlandamál. Skeiðið endaði við skrivligari próvtøku.
Hetta er fyrstu ferð, at skipað er fyri tílíkum skeiði á universitetinum í Wien, men eftir áhuganum at døma verður tað væntandi og vónandi ikki síðstu ferð.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...