Skeið í føroyskum fyri norðurlendskar týðarar
15.03.2018
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Skeið í føroyskum fyri norðurlendskar týðarar

Í sambandi við, at norðurlendskt týðaraseminar var í Havn 8. til 12. mars, bjóðaðu fyrireikararnir luttakarunum eitt ørstutt skeið í føroyskum.



Íblást av leistinum fyri framløgurnar á seminarinum, ið var framløgur upp á 10 – 15 minuttir, var luttakarunum í boði at taka lut á einum stuttum innleiðsluskeiði í føroyskum. Undirvísarar á skeiðnum vóru Lena Reinert og Sanna A. Dahl, ið starvast sum vísindalig hjálparfólk á Føroyamálsdeildini.

Tað kann tykjast sum ein ógjørlig uppgáva at skula læra føroyskt upp á fýra tímar. Men eftir hesar fáu tímar, høvdu luttakararnir havt um bendingar og úttalu, og dugdu at skilja ókendar tekstir, gera smáar setningar og tosa eitt sindur. So við dugnaligum og arbeiðssomum skeiðsluttakarum ber saktans til at fáa tak á einum grannamáli upp á nakrar tímar.