Skeið í føroyskum í Týsklandi
Zakaris Svabo Hansen hevur verið í Rendsburg og lært týskarar føroyskt.
Í norðurtýska býnum Rendsburg er ein mentanardepil, ið nevnist Nordkolleg – Akademie für kulturelle Bildung. Ein týðandi partur av virkseminum hjá hesum stovni er at halda skeið av ymsum slag, m.a. í tónleiki, bókmentum og máli. Og nú er føroyskt mál eitt av tilboðunum, sum stovnurin hevur í síni skrá. Í januar í ár var Hjalmar P. Petersen har og helt vikulangt byrjanarskeið í føroyskum og seinast í oktober varð aftur nýtt skeið hildið, og tá var Zakaris Svabo Hansen lærari.
Tey, sum stíla fyri á Nordkolleg, eru sera fegin at hava fingið føroyskt við ímillum síni tilboð og eru sinnað at halda fram við hesum skeiðum, tí í roynd og veru er hetta í løtuni einasta stað í Týsklandi, ið býður fram skeið í føroyskum. Fólk koma langa leið og úr øllum Týsklandi á hesi skeið, tí áhugi fyri føroyskum er víða hvar og fólk brúka gleðiliga eina viku av síni frítíð til burturav at lesa og læra seg føroyskt – hetta mál, sum í eygunum á mongum er so serligt og áhugavert. Tað kann vera so mangt, sum er orsøk til at fólk koma á hesi skeið. Tað kann vera, tí at tey frammanundan kenna okkurt annað norðurlandamál – og áhugin tí er vaktur tann vegin – ella tí at tey ætla sær at vitja í Føroyum og tað at læra seg málið tískil er ein liður í fyrireikingunum til tað ella kann áhugin vera vaktur, tí at tey t.d. eru fallin fyri tónleikabólkinum Týr og tí gjarna vilja kenna meira til landið og mentanina, ið hesin tónleikabólkur er runnin úr.
Hesin áhugi fyri Føroyum og føroyskum er avgjørt at virðismeta, tí útlendskur áhugi er við til at styrkja støðuna hjá føroyskum og breiða út kunnleikan um okkara mál og kemur Føroyum og føroyskum til góðar á so mangan hátt. Av drúgvum royndum vita vit t.d., hvussu góð umboð fyri Føroyar og føroyskt vit eiga í øllum teimum, sum millum ár og dag hava verið á summarskeiðum í føroyskum á Føroyamálsdeildini.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...