Skeið í íslendskum
23.10.2015
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Skeið í íslendskum

Í viku 43 og 44 er skeið í íslendskum fyri BA-lesandi og hjánámslesandi á Føroyamálsdeildini


Frá 20. til 28. oktober er ein íslendskur gestalærari á vitjan á Føroyamálsdeildini. Talan er um Guðvarð Má Gunnlaugsson, dosent á Stofnun Árna Magnússonar við Háskóla Íslands. Sambært námsskipanini skulu BA-lesandi taka skeið í tveimum norðurlandamálum og hjánámslesandi í einum norðurlandamáli.

Skeiðið í íslendskum er ætlað sum uppískoyti til frálæruna í málsøgu, og endamálið er at seta íslendska málsøgu inn í ein størri norðurlendskan samanhang, so at studentarnir ogna sær vitan um menningina hjá íslendskum frá umleið 1300 til nútíðina. Hóast høvuðsdenturin liggur í tí málsøguliga partinum, verða samtíðarlig viðurskifti eisini umrødd.

Skeiðið er 15 tímar, og undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og bólkaarbeiði. Tá ið skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at greiða frá grundleggjandi málsøguligum fyribrigdum í íslendskum og skal kunna greina munir og líkleikar millum íslendskt og føroyskt.  Skeiðið er bæði ætlað teimum, sum lesa á fyrsta og øðrum ári.

Føroyamálsdeildin hevur gott samstarv við aðrar norðurlendskar móðurmálsdeildir, og tað ber við sær, at vit møta stórari vælvild, tá ið vit heita á okkara norðurlendsku grannar um undirvísing í norðurlandamálum.  
Sum tað sæst á myndini er tað trongt í Loftsstovuni, tá ið tveir árgangir eru savnaðir í sama høli.