Skeið í íslendskum (1)
09.11.2017
Til lesandi Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin
Skriva út

Skeið í íslendskum

Hesa vikuna og komandi er samskipað skeið fyri lesandi á Føroyamálsdeildini og Námsvísindadeildini í íslendskum.


Á Føroyamálsdeildini er annaðhvørt ár skeið í íslendskum fyri teimum lesandi á 1. og 2. ári, og í ár nýta vit høvið at samstarva um hetta við Námsvísindadeildina, soleiðis at tey, sum lesa til lærara og hava valt føroyskt, eisini luttaka á skeiðinum. Tey, sum taka skeiðið hesa ferð, eru 32 í tali og skeiðið fevnir um undirvísing í 15 tímar til samans. Lærari er Guðvarður Már Gunnlaugsson, rannsóknardosentur á Árnastovninum við Háskóla Íslands. Guðvarður hevur havt nógv samskifti við Føroyar og tosar og skilur væl føroyskt.

Á skeiðinum fáa tey lesandi eina breiða innleiðslu í íslendskt mál og málskipan, og dentur verður lagdur á at vísa á líkskapir og munir millum málini bæði íslendskt og føroyskt. Í støðislestri sínum á Føroyamálsdeildini skulu tey lesandi taka tvey tílík skeið í grannamálum. Tey lesandi í føroyskum á Námsvísindadeildini hava í heyst verið á námsferð í Noregi og har havt vikuskeið á skeiðsdeplinum Voksenåsen í norskum máli, bókmentum og mentan og aðramáta kunnað seg við norsk viðurskifti.