Skeið í Office365-forritum fyri lesandi á Setrinum
08.02.2016
Føroyamálsdeildin Søgu- og samfelagsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Skeið í Office365-forritum fyri lesandi á Setrinum

Lestrarskrivstovan skipar fyri skeiðum í Office365-forritum fyri lesandi á Setrinum. Skeiðini byrja mikudagin 10. februar 2016.


Nú kanst tú sum lesandi á Setrinum fáa undirvísing í Office365-forritum. Fyrsta skeiðið verður mikudagin 10. februar, tá Word verður á skránni.

Hevur tú nakrantíð sett tær hesar spurningar?: Hvussu var tað, eg gjørdi innihaldsyvirlit í Word? Hvussu seti eg síðutal í síðuhøvdið? Og hvussu seti eg eitt diagramm inn í uppgávuna? Hesar og fleiri aðrir hentleikar kanst tú nú læra á skeiðum í Office365-forritum.

Skeiðini  verða hildin mikudagar fram til hálvan apríl, og byrjað verður mikudagin 10. februar, har skeið verður í nýtslu av Word. Seinni verða so skeið í Excel, PowerPoint og OneNote. Fyrrapartin er skeið á byrjanarstigi, og seinnapartin er skeið fyri eitt sindur víðarikomin.

Skeiðsskrá:

Mikudagin 10. februar eru skeið í Word:

Kl. 9.00 er grundskeið á byrjanarstigi  - les meira her
Kl. 13.00 er skeið fyri eitt sindur víðarikomin – les meira her

Mikudagin 17. februar er skeið í Excel:

Kl. 9.00 er grundskeið á byrjanarstigi - les meira her
Kl. 13.00 er skeið fyri eitt sindur víðarikomin - les meira her

Mikudagin 24. februar er skeið í PowerPoint:

Kl. 9.00 er grundskeið á byrjanarstigi - les meira her
Kl. 13.00 er skeið fyri eitt sindur víðarikomin - les meira her

Mikudagin 2. mars er skeið í OneNote

Kl. 9.00 er grundskeið á byrjanarstigi
Kl. 13.00 er skeið fyri eitt sindur víðarikomin

Skeiðini eru í skúlastovuni/fundarhølinum á Lestrarskrivstovuni í J.C. Svabos gøtu 7 – beint yvir av Ergo og blómuhandlinum Árstíðunum, og undirvísari er Tummas Jacobsen.

Kostnaður fyri hvørt skeiðið er einans 150 kr.
Til ber at luttaka bæði á skeiðnum fyrrapart og seinnapart – tá er kostnaðurin 300 kr. fyri bæði skeiðini.

GEV GÆTUR!

•    Avmarkað pláss er, so tað ræður um at melda seg til sum skjótast - fyrstur kemur, fyrstur fær
•    Skriva til Rannvá Dávadóttur, lestrarskrivstovuskrivara – rannvad[at]setur.fo – at melda teg til - í seinasta lagi týsmorgunin kl. 10.00 dagin fyri skeiðið.
•    Tilskila, hvat fyri skeið, tú vilt luttaka í, og um tú ynskir at koma til skeiðið fyrrapartin ella seinnapartin – ella um tú vilt luttaka á báðum skeiðum.
•    Mælt verður til at melda seg sum skjótast til alt tað, mann ætlar sær at taka skeið í fyri at tryggja sær pláss.
•    Minst til at taka reiðan pening við, tá tú møtir á skeiðnum.