Skeið í politiskum samskifti á Føroyamálsdeildini
Føroyamálsdeildin bjóðar út skeið á MA-stigi í politiskum samskifti. Skeiðið telur 10 ECTS og er ein liður í arbeiðinum at menna eina útbúgving í Samskifti og fjølmiðlafrøði.
Skeiðið byrjar í heyst. Spurt verður m.a., hvat politiskt samskifti er, og hvat eyðkennir politiskt samskifti í dag? Endamálið er at gera tey lesandi før fyri at greina, skilja og loysa ítøkiligar spurningar í politiskum samskifti. Við støði í útlendskum og føroyskum viðurskiftum verður arbeitt við ymiskum sløgum av samskifti og við teimum snildum, sum eyðkenna politiskt samskifti. Spurningarnir á skeiðinum verða viðgjørdir úr einum málsligum og einum mentanarligum og samfelagsligum sjónarhorni. Læruúrtøkurnar hjá studentunum verða m.a. innlit í ymisku sløgini av politiskum samskifti, vitan um og evni at greina serligar snildir í politiskum samskifti umframt innlit í politiskan journalistikk og uppií hesum leiklutin hjá fjølmiðlum.
Av tí at annar av lærarunum kemur úr Danmark, verða tveir teir fyrstu undirvísingardagarnir savnaðir í blokkar fríggjadag og leygardag. Eftir ætlan verður endað við einum almennum seminari. Lærarar á skeiðinum verða Kim Lilholt Ruggard, eksternur lektari á Århus Universiteti, og Páll Holm Johannesen, sum umframt útbúgving í samfelagsfrøði og miðlafrøði hevur arbeitt bæði sum journalistur og sum politiskur ráðgevi. Bergur Djurhuus Hansen á Føroyamálsdeildini hevur ábyrgdina av skeiðinum. Fyri áhugaði, sum ikki eru lesandi á Fróðskaparsetrinum, ber til at taka skeiðið sum gjaldsskeið. Treytin er viðkomandi útbúgving á BA-stigi.
Nágreinilig kunning um tilmelding kemur í næstum.
- Stødd: 10 ECTS
- Stig: MA
- Fortreytir: útbúgving á BA-stigi
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...