Skeið í rehabilitering
Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi bjóðar út skeið í rehabilitering á masterstigi í heyst, sum telur 15 ECTS-stig
Skeiðið, har dentur verður lagdur á rehabilitering í kliniskari praksis, er skipað av May-Britt Skoradal, ph.d. á Setrinum, og Jette Thuesen, ph.d., master í humanistiskum heilsuvísindum og praksismenning. Jette Thuesen, sum eisini er ergoterapeutur, hevur drúgvar royndir at skipa tvørfaklig skeið í rehabilitering, og hon fer eisini at undirvísa ein stóran part av skeiðnum á Setrinum.
Helle Timm, sum er adjungeraður professari á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Setrinum, fer somuleiðis at undirvísa. Hon hevur eisini drúgvar royndir við gransking og undirvísing í rehabilitering og palliatión.
Aðrir undirvísarar vera frá Setrinum og frá rehabiliteringsøkinum í Føroyum.
Innihaldið á skeiðnum verður m.a. rehabilitering sum arbeiðsgongd; skipan av rehabilitering, eisini við tvørfakligheit fyri eyga; brúkarin sum aktørur í rehabiliteringini; gerandisperspektiv; samskipan av rehabilitering og palliatión; andaliga og sálarliga aspektið í rehabilitering; hvussu tryggja vit góðsku i praksis og gera kliniskar leiðreglur.
Ætlanin við skeiðnum er, at tað skal vera relevant fyri klinikarar, sum vilja menna rehabilitering í praksis.
Skeiðið er tvørfakligt.
Meira kunning fæst við at venda sær til May-Britt Skordadal, varadekan, maybritts@setur.fo, tlf. 292253 ella til Ásu Róin, útbúgvingarleiðara, asar@setur.fo tlf. 292254.
Umsóknarfreist er 17. august 2021.
Lesið meira um skeiðið her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...