Skeið í Reykjavík um Arktis og altjóða viðurskifti
03.07.2017
Til lesandi Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Skeið í Reykjavík um Arktis og altjóða viðurskifti

Søkjast kann um stuðul á 10.000 kr. til útreiðslur í sambandi við luttøku á ráðstevnuni



Arctic Circle ráðstevnan verður hildin á hvørjum ári í Reykjavík, hesa ferð dagarnar 13.-15. oktober. Sambært tíðindaskrivi, so verður ríkisfelagsskapurin alment umboðaður, og fleiri av setunum vera fyriskipaðar av grønlendskum, donskum og føroyskum luttakarum.

Meðan ráðstevnan er, skipar Fróðskaparsetur Føroya fyri skeiði um altjóða samstarv, vísindadiplomati, geopolitikk og globalisering í Arktis. Skeiðið, ið verður hildið dagarnar 12.-15. oktober, telur 5 ECTS (sí skeiðslýsing).

Fígging er fingin til vega, soleiðis at 10 lesandi á universitetum ella granskingarstovnum í teimum trimum londunum kunnu søkja fíggjarligan styrk til luttøku á ráðstevnuni. Styrkurin er upp á 10.000 krónur til hvønn, og tey, sum kunnu søkja, skulu vera kandidat- ella ph.d.-lesandi ella sokallað post doc-starvsfólk. Tey, ið søkja og fáa fíggjarligan styrk, hava skyldu til at luttaka á skeiðnum.

Umsóknin skal í mesta lagi vera 500 orð, CV og próvtøkuúrslit skulu leggjast við eins og viðmæli frá vísindastarvsfólki. Freistin at søkja er 25. juli, og umsóknin skal sendast til

Chief Consultant Morten Rasch

Department of Geoscience and Natural Resource Management

University of Copenhagen

Øster Voldgade 10

DK-1350 Copenhagen K

Denmark, mras(at)ign.ku.dk

Umsóknirnar verða viðgjørdar av einum bólki við umboðum frá granskingarstovnum í Grønlandi, Danmark og Føroyum. Umsøkjararnir fáa svar innan 15. august.

Nærri kunning um ráðstevnuna, fíggjarliga styrkin og skeið fæst við at seta seg í samban við Lau Øfjord Blaxekjær (laub(at)setur.fo, +298 292599) og/ella Morten Rasch (mras(at)ign.ku.dk, +45 23227109).

Arctic Circle Assembly er størsta árliga, altjóða samkoman í Arktis, og verður hildin í oktober í Hørpuni í Reykjavík. 2000 luttakarar úr 50 londum eru til staðar. Talan er er um ríkis- og stjórnarleiðarar, ráðharrar, tinglimir, embætisfólk, serfrøðingar, vísindafólk, íverksetarar, vinnulívsleiðarar, umboð fyri upprunafólk, umhvørvisfólk, lesandi, aktivistar og onnur úr vaksandi altjóða samelagnum av fólki, sum hava áhuga í framtíðini hjá Arktis.