Skeið innan granskingarháttalag
Skriva út

Skeið innan granskingarháttalag

Landssjúkrahúsið og Fróðskaparsetur Føroya skipa fyri spennandi skeiði við heitinum “Innførsla til granskingarhátt” við viðurkenda granskaranum Bobby Zachariae.


Skeiðið er eitt 3 daga skeið og verður hildið 12.-14. mai 2014 í Stórustovu í Reyðulon á Landssjúkrahúsinum kl. 9.00-16.00.  

Krav til luttakarar
Luttakarar skulu hava eina akademiska útbúgving og antin vera í holt við eina granskingarverkætlan, sum er lutfalsliga nýliga byrjað, ella vera komin væl áleiðis í ráðlegging av granskingarverkætlan.

ECTS
Skeiðið veitir 3 ECTS stig, og er góðkent ph.d.-skeið.

Kostnaður
Kostnaður er kr. 4850,-

Fyrsta dagin verður byrjað við morgunmati. Hinar dagarnar verður kaffi og frukt at fáa.
Møguleiki er fyri at keypa døgurða/salat í matarhøllini á Landssjúkrahúsinum.

Skeiðshaldari
Bobby Zachariae er professari, dr.med. og sálarfrøðingur.
Hann er leiðari fyri Enhed for Psykoonkologi og Sundhedspsykologi á Onkologisk Afd., Aarhus Universitetshospital, og Psykologisk Institut á Aarhus Universitet.
Hann hevur áður hildið sera vælumtókta skeiðið í Academic Writing á Landssjúkrahúsinum.
Talan er um eitt generelt introduktiónsskeið, har luttakararnir fáa møguleika at arbeiða við eini granskingar- ella ph.d.-verkætlan, sum tey antin eru í holt við, ella hava ætlanir um.

Skrá og umsóknarblað fáast eftir 1. apríl við at venda sær til skrivaran hjá Granskingarnevndini á Landssjúkrahúsinum: lshelmi(at)ls.fo