Skriva út

Skeið um leiting í E-feingi

Landsbókasavnið skipar í oktober og november fyri bókasavnsskeiðum, sum fara at snúgva seg um,hvussu lærarar, lesandi og granskarar kunnu fáa sum mest burtur úr E-feingi og øðrum bókasavns- og kunningartænastum á netinum.


Skeiðini vera hildin hesar dagar kl. 9-12 í fundarhølinum á Landsbókasavninum.

  • Týsdagin, 9. oktober 2012,(skeið 001) Leiting eftir læknafrøðiligum bókmentum.
  • Hósdagin, 11. oktober 2012, (skeið 002) At finna vísindaligt tilfar í Web of Science.
  • Týsdagin, 17. oktober 2012, (skeið 004) Ert tú kunningarfør/-ur?
  • Mikudagin, 23. oktober 2012, (skeið 003) At finna vísindaligt tilfar í CINAHL.
  • Mikudagin, 7. november 2012, (skeið 004) Ert tú kunningarfør/-ur?
  • Mánadagin, 19. november 2012, (skeið 001) Leiting eftir læknafrøðiligum bókmentum.
  • Týsdagin, 20. november 2012, (skeið 002) At finna vísindaligt tilfar í Web of Science.


Kostnaður fyri skeiðið er 500 kr. fyri hvønn. Skeiðið verður vanliga bara hildið, um minst 6 luttakarar tekna seg. Pláss er fyri 8 luttakarum á hvørjum skeiði.

Áhugað skulu boða frá luttøku við teldubrævi til: Unn Paturson, bókavørð. Telefon 340518.
Sigið frá, hvat skeið tit tekna tykkum til, og hvørjum stovni/skúla tit koma frá. Luttakarar skulu helst sjálvir taka farteldu við.

Lesið meira um skeiðini á heimasíðuni hjá E-feingi