Skeiðið fyri útlendingar í Føroyum
14.02.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Skeiðið fyri útlendingar í Føroyum

Farið verður nú undir fjarundirvísing í føroyskum fyri útlendingar í Føroyum á Føroyamálsdeildini.


29 lesandi hava teknað seg, og áhugin hevur verið stórur, ikki bara í Føroyum, men eisini eru fyrispurningar komnir frá Europa og USA, og ætlandi verður skeiðið víðkað til fólk, sum ikki eru búsitandi í Føroyum.

Tað stóra luttakaratalið og áhugin vísa, at tørvur er á slíkum skeiðum í Føroyum, og umsóknirnar vísa, at her liggur stórt tilfeingi, sum kann geva eitt gott íkast til tann føroyska búskapin. 

Undirvísingin er skipað á tann hátt, at tey lesandi hittast triðju hvørja viku á Føroyamálsdeidlini, har tey hava høvi at spyrja um ymiskt, tosa á føroyskum og annars gera ymiskar venjingar. Hin parturin av undirvísingini eru venjingar, sum skulu latast inn eina ferð um vikuna. Ætlanin er at nýta Moodle, sum er ein platformur, ið alt fleiri á Setrinum nýta. Men eisini verður vanlig innlating umvegis teldupost. Tey lesandi skulu  lata inn eina ferð um vikuna, og fáa tær rættaðu uppgávurnar aftur somu viku.

Tey, ið søkt hava, eru fólk við góðum útbúgvingum og fjølbroyttum. Talan er um m.a. fólk við bankaútbúgving, fólk við hollari útbúgving innan mál og pedagogikk, sjúkrarøktarfrøðingar, fólk við útbúgving innan bókmentir og málvísindi o.s.fr. 

Skeiðið í føroyskum fer vónandi at hjálpa til við integratiónini. 

Hjalmar P. Petersen hevur tikið stig til undirvísingina, og fer hann eisini at undirvísa. Hann hevur í fleiri ár undirvíst summarskeið í føroyskum fyri útlendingar, og hevur skrivað bókina Faroese. A Language Course for Beginners saman við J. Adams.