Gunnar Restorff
04.02.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Skerjing ella hækking? - takksom tøl

Nógv tøl eru førd fram um rakstur og játtan hjá Fróðskaparsetri Føroya í sambandi við fíggjarlógina fyri 2009. Av tí tey kanska ikki tykjast at samsvara, loyvi eg mær her at lýsa støðuna eitt sindur meiri nágreiniliga.


Tað eru førd fram ógvuliga nógv tøl um raksturin og játtanina hjá Fróðskaparsetri Føroya í sambandi við fíggjarlógina fyri 2009. Av tí tey kanska ikki tykjast at samsvara, loyvi eg mær her at lýsa støðuna eitt sindur meiri nágreiniliga.

Hvat er roknað við?
Ein kelda til ósamsvar er, at ymiskt er íroknað tølini, sum løgd eru fram. Til ber at spyrja: eru inntøkurnar mótroknaðar? eru útreiðslur av stovnunum á Debesartrøð við? eru útreiðslur til Granskingardepilin fyri økismenning við? Her er tað nokk einamest Granskingardepilin fyri økismenning, ið hevur skapað misskiljingar, tí í 2008 hevur hann serstaka játtan á fíggjarlógini, meðan játtanin í 2009 er løgd undir játtan Fróðskaparsetursins. Tí er tað óseriøst at taka hendan postin við, og velji eg tí at fokusera á postin "Útreiðslur av vanligum virksemi" undir rakstrarjáttanini hjá Fróðskaparsetrinum frádrigið peningin, ið ætlaður var Granskingardeplinum fyri økismenning.

Skerjing ella øking?
Ferð eftir ferð hava vit hoyrt, at hetta er ein niðurskurður á 5,3 mió. krónur. Ferð eftir ferð hava vit eisini hoyrt politikarar føra fram, at hækkingin er 27%. Bæði hesi tølini eru røtt, men lýsa als ikki tað sama. Niðanfyri eru endurgivin roknskapartøl og játtanartøl fyri Fróðskaparsetrið seinastu árini:

Í mió. krónum

2005
Roknsk.

2006Roknsk.2007Roknsk.2008Játtan2009Uppskot

2009
Játtan

Lønir v.m. 16,09716,09515,90721,421 27,564 22,264Aðrir rakstrarkostnaðir3,829 4,263 5,0552,7482,7482,748Útreiðslur í alt: 19,926 20,358 20,962 24,169 30,312 25,012

Tað vóru longu gingnir 5 mánaðir av 2008 áðrenn fíggjarlógin fyri 2008 kom. Fróðskaparsetrið fór beinanvegin - samsvarandi politiskum boðum - í gongd við at fyrireika nýggjar útbúgvingar og at seta vísindastarvsfólk. Tikið varð inn til lívfrøði og KT-verkfrøði summarið 2008. Tilgongdin at seta vísindastarvsfólk er sera drúgv, m.a. av tí at útlendskir serfrøðingar skulu meta um granskingarførleikarnar hjá øllum umsøkjarum. Tískil er bert lítil partur av teimum nýggju størvunum við í roknskapinum fyri 2008, men koma fult við í 2009. Eisini halda byrjaðu útbúgvingarnar fram alt árið 2009, samstundis sum ætlanin var at taka inn aftur í summar.

Tá sagt verður, at Fróðskaparsetrið er skorið 5,3 mió., er tað í mun til hesa ætlan, ið longu var sett í verk. Men rætt er, at samlað er ein hækking á 843.000 krónur, ella umleið 3,5%.

Hvussu fær fíggjarnevndarformaðurin tað so til 27%? Jú, hann tekur bókaðu lønirnar í 2008, sum eru 17,5 mió. krónur, og samanber hetta við, at tað eru avsettar 22,3 mió. til lønir í 2009. Tað eru tó nógvar orsøkir, til at hetta gevur eina misvísandi mynd (hóast tølini eru røtt). Lat meg nevna nakrar:

  • Størv, ið eru sett síðst í 2008 merkjast næstan ikki í 2008, men merkjast fult út í 2009. Sum dømi kann nevnast, at tað eru í 2008 sett 4 nýggj størv á Náttúruvísindadeildini - fyri hesi fella 7 mánaðarlønir í 2008 og 47 mánaðarlønir í 2009.
  • Útbúgvingar, ið eru byrjaðar í septembur 2008 merkja ikki fíggjarárið 2008 eins nógv og 2009.
  • Tær 17,5 mió. krónurnar fyri 2008 eru útgoldnar eftir lønartalvu frá 1. oktobur 2006. Hetta skal javnast eftir tí nýggja sáttmálanum hjá AKF. Verður roknað neyvt eftir, skal tí leggjast umleið 6,9% omaná hetta talið - tvs. 18,7 mió. skuldu verið avsettar um bara somu lønir skuldu útgjaldast í 2009.
  • Býtið millum lønir og rakstur er misvísandi bæði í 2008 og 2009, tað plagar at vera 4:1. Tað sæst av omanfyristandandi, at parturin hjá øðrum rakstrarkostnaðum av samlaðu útreiðslunum er 19%, 21%, 24% í árunum 2005, 2006 og 2007, ávikavist. Men í játtanini fyri 2008 og 2009 minkar hesin partur niður í umleið 11%. Hetta býtið ber snøgt sagt ikki til at halda, men av tí at játtanin til lønir er vaksin so nógv í 2008, heldur samlaða játtanin. Verða tølini umroknað, so lutfallið 4:1 verður fasthildið, so verður bert pláss fyri lønum fyri umleið 20,0 mió. krónum. Hendan hækking røkkur ikki eingang til tey nýggju størvini á Náttúruvísindadeildini aleina.
  • Ein steinur oman á byrðu kemur av, at løgtingið hevur samtykt nýggja lóg fyri Fróðskaparsetur Føroya síðsta vár. 'Gamla Fróðskaparsetrið', Sjúkrarøktarfrøðiskúlin og Læraraskúlin verða lagdir saman. Tí verður fyrisitingin á Fróðskaparsetrinum styrkt, men í løgtingslógini verða játtanirnar til teir tríggjar stovnarnar skildar sundur. Harumframt er í lógini fyriskrivað, at eitt stýri við 7 limum og 7 varalimum skal setast, rektari skal setast í starv, og 3 dekanar skulu setast í starv. Eingir pengar eru settir av til hesar eykaútreiðslur, ið standast av samanleggingini.

Nakrar sparingar kunnu gerast við ikki at seta ymiskt í gongd, men skal játtanin haldast, so mugu fólk sigast úr starvi - og av tí at hesi boð komu so seint, skulu nógv uppsigast (tá uppsagnartíðin verður tikin við).

Eg haldi persónliga, at rættast er, at fíggjartørvurin verður viðgjørdur beinleiðis millum leiðslu, embætisfólk og politikarar, og ikki at allir stovnar fara í fjølmiðlarnar at útgreina sína fíggjarstøðu og -tørv. Leggjast skal eisini afturat, at eg her úttali meg sum vanligt starvsfólk, og ikki vegna stovnin ella leiðsluna.

Gunnar Restorff, lektari í støddfrøði