Skeytini um Frælsið og Hoydalar undirskrivað
Skeytini um gerðabýtið millum landsstýrið og Tórshavnar kommunu um Frælsið og Hoydalar eru nú undirskrivað
Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, undirskrivaðu í dag skeytið um, at landið yvirtekur partin hjá kommununi í skúlabygningunum á Frælsinum, og treytað skeyti um, at kommunan yvirtekur partar av Hoydølum, sum er Grái skúlabygningurin og lonirnar.
Á Frælsinum skal landið byggja nýtt kampus til Fróðskaparsetur Føroya. Talan er um eina verkætlan, har lagt verður upp til at byggja umleið tríggjar nýggjar bygningar, og at høvuðsumvæla og umbyggja gomlu skúlabygningarnar á Frælsinum, ið eisini verða partur av Kampus.
Tá øll verkætlanin er liðug, er ætlanin, at alt Fróðskaparsetrið skal verða samlað úti á Frælsinum og á Debesartrøð. Við hesum hevur landsstýrið tryggjað sær at kunna fara undir stóru ætlanina at byggja kampus, og tað frøir Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann.
Avtalan um Hoydalar er treytað av, at øll formlig viðurskifti eru komin upp á pláss viðvíkjandi matrikulering v.m. Yvirtøkudagurin er tí avtalaður at verða tann dagur, tá ið partarnir hava undirritað endaliga skeytið.
Kommunan tryggjar sær tó brúksrætt til ognirnar beinanvegin og kann fara undir at fyrireika, hvat virksemi skal verða í Hoydølum. Í avtaluni er ásett, at ognirnar einans mugu nýtast til almannagagnligt virksemi hjá Tórshavnar kommunu, og at einki nýtt virksemi má fara fram á ognini so sum nýbygging ella annað arbeiðið, ið ger inntriv í lendið, vøkstur ella náttúruna í økinum annars uttan við skrivligum loyvi frá Føroya Landsstýri.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, fegnast um, at avtalan um Hoydalar loksins er komin undir land. Øll eru glað fyri Hoydalar, og hetta fer kommunan at taka væl hond um, sigur borgarstjórin.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...