Skjøl fyri søgn
Trý starvslesandi eru við til at skipa fyri norðurlendska skjalasavnsdegnum, sum verður á Skjalasavninum nú leygardagin
Leygardagin 12. november – tað er nú leygardagin – er Landsskjalasavnið opið fyri almenninginum frá klokkan 14 til 18. Eins og vanligt, so sleppur tú inn á lesistovuna, men leygardagin sleppur tú longur enn so: Tú sleppur inn á botn – inn á høvuðsgoymsluna, har annars bara starvsfólk sleppa!
Har vera ikki bert starvsfólk, ið taka ímóti og kunna teg um Landsskjalasavnið og skjalasavnsarbeiði. Har vera eisini trý lesandi, sum øll eru í starvsvenjing á Landsskjalasavninum.
Norðurlendskur skjalasavnsdagur
Tiltakið leygardagin verður fyriskipað í sambandi við norðurlendska ‘skjalasavnsdagin’, sum verður hildin á hvørjum ári annan leygardag í november.
- Endamálið við degnum er millum annað at kunna um arbeiðið hjá skjalasøvnunum, siga frá um leiklut teirra sum mentanarstovnar og vísa hvørja nyttu einstaklingar og samfelag kunnu fáa burtur úr søvnunum, sigur Turið Christophersen, sum er ein av teimum trimum starvslesandi.
Hini eru Elisa Abrahamsen og Poul Simonsen. Øll trý hava tey tikið BA-prógv í søgu á Setrinum. Tær báðar eru í holt við master-útbúgvingina á Setrinum, meðan Poul hevur valt at taka master-útbúgvingina í Aalborg.
Framsýning um Havnina
Framsýningin ”Býarmenning” verður á lesistovuni. Høvi verður at síggja, hvussu Tórshavn hevur ment seg gjøgnum tíðirnar. Serligur dentur er lagdur á arkitektekningar hjá H.C.W Torgarð og Palla Gregoriussen av kendum bygningum í Tórshavn, m.a. Hotel Hafnia, Útvarpshúsið og Gamla Apotek á Áarvegnum.
- Havnafólk eru nógv í tali, og Havnin er okkara høvuðsstaður, so at fáa vitan um, hvussu býurin hevur ment seg, átti at verið forvitnisligt, sigur Poul Simonsen.
Lata væl at
Tey trý starvslesandi hava fingið nógv burturúr tíðini á Landsskjalasavninum:
- Eg haldi, at eg kann svara fyri okkum øll, at hetta hevur verið spennandi og læruríkt, sigur Elisabeth Abrahamsen.
Skjalasavnsdagurin – Arkivernes Dag
Fyrsti ”Arkivernes Dag” varð hildin í Svøríki í 1998, tá nærum 35.000 fólk vitjaðu tey 350 søvnini, ið høvdu ”opið hús” henda dagin.
Danir tóku hugskotið til sín, og í 1999 skipaðu donsku lokalsøvnini fyri degnum, men frá 2001 hava almennu søvnini eisini verið við. Samstundis komu eisini Noreg og Ísland við og í 2002 Finnland.
Í Føroyum hevur ”Arkivernes Dag” verið táttur í virkseminum hjá Landsskjalasavninum síðani 2003 og hjá Norðoya Fornminnasavni síðani 2006.
Hevur tú hug at lesa søgu, so fá meira at vita her.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...