NLH eigur myndina.jpg
(Foto: Norðurlandahúsið)
23.06.2023
Setrið
Skriva út

Skráin fyri prógvhandanina í dag

Klokkan 10 í dag, fríggjadagin 23. juni, verður prógvhandan í Norðurlandahúsinum og hátíðarhald fyri tey 209, sum hava staðið Setursprógv hetta seinasta árið. Fylgið stroyminum her

SKRÁ

10:00 Martin Zachariasen, rektari, býður vælkomin

10:05 Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, ber fram røðu

10:15 Helma Maria Tróndheim, umboð fyri lesandi, ber fram røðu

10:20 Sigmund V. P. Zachariassen & Sjúrður Tróndheim, ið lesa Tónlist á Setrinum, framføra tvey løg

10:35 Prógvhandan

11:25 Djóni Nolsøe Joensen, landstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum, ber fram røðu

11:35 Rektarin takkar fyri, og øll syngja "Landið, eg bar við mær"

11:40 Ábit í forhøllini og myndatøkur

13:00 Liðugt

 

Landið, eg bar við mær

Landið, eg bar við mær inn um skúlagátt,

tað livnaði og vaks í mínum huga

tey fyrstu ár, tá bæði stórt og smátt

var fyri eyga undurverk at skoða,

tá átti grótið lív og tinnuglóð.

ein stjørnuglæma stóð úr hvørjum broti,

mín sál var gróðrarmikil, kvæm og góð,

so fríð og glað sum grønur keldutroti.

Lívið! Dýra undur eg var lutur av,

eitt ævinleikaboð av magn´ og anda,

sum skelvur gjøgnum loft og jørð og hav

við ljósi, myrkri, vøkstri og við vanda,

tað stutta bil, tú streymar gjøgnum meg,

eyðmjúkur hugur mín skal opin vera,

í skapninginum øllum tekkja teg

og tær í verki sátt og sømdir bera.

                                       Karsten Hoydal