13.10.2015
Setursskrivstovan
Skriva út

Skrivari settur á lestrarskrivstovuni

Rannvá Dávadóttir er sett í starv sum skrivari á lestrarskrivstovuni. Rannvá byrjar í starvinum 1. januar 2016.


Lestrarskrivstovan hevur sum uppgávu at savna virksemið, sum hevur við studentar og lestur at gera, og at vera bindilið millum fakliga og fyrisitingarliga partin av útbúgvingunum.

Skrivarin á lestrarskrivstovuni hevur ein týdningarmiklan leiklut í hesum miðsavnandi arbeiði og skal umframt at passa móttøkuna, svara og beina fyrispurningar víðari og samskifta á føroyskum og enskum m.a. á heimasíðuni hjá Setrinum, taka sær av upptøku, innskriving o.ø. fyrisitingarligum uppgávum viðkomandi fyri lesandi í tøttum samstarvi við útbúgvingarfakfólk, vegleiðarar og deildarskrivstovur.

Rannvá er cand.linc.merc í enskum og samskifti frá Copenhagen Business School (ein víðarimenning av gomlu korrespondenutbúgvingini) og hevur harumframt starvsroyndir innan fyrisiting, kunningartøkni og samskifti á fleiri málum, m.a. sum skrivari í Trygd og Sendistovu Føroya í London. Rannvá kemur úr einum starvi sum dagligur leiðari hjá Mariu Poulsen Búnýti.