Skúlakanning framløgd á norðurlendskari ráðstevnu
13.03.2013
Námsvísindadeildin
Skriva út

Skúlakanning framløgd á norðurlendskari ráðstevnu

Stór norðurlendsk ráðstevna um gransking innan útbúgving hevur júst verið í Reykjavík, nevnd NERA.


Útvið 700 fólk sum granska innan útbúgving vóru komin saman at leggja fram og viðgera síni úrslit, so framløgurnar vóru nógvar, men stuttar, og ráðstevnan vardi í 3 dagar.

Granskingarevnini eru sera ymisk, summi eru innan námsætlanir, onnur innan kyn, ungdóm, smábørn, kunningartøkni, umstøðurnar hjá lærarum, list, leiðslu, bert fyri at nevna nøkur.

Eitt av evnunum var ein kanning sum samanber skúlaviðurskifti í Íslandi og Føroyum. Eitt granskingarsamstarv millum starvsfólk á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya og Kennaradeildini á Háskóla Íslands stendur fyri kanningini.

Í Føroyum eru allir næmingar í 8. og 9. flokki spurdir 150 spurningar um arbeiðshættir og hugburð til skúlaviðurskifti, og í Íslandi eru útvið 1000 næmingar spurdir somu spurningar. Framløgurnar á ráðstevnuni vístu, at hóast útbúgvingarskipanirnar í londunum báðum eru eitt sindur ymiskar, so benda svarini hjá næmingunum á, at føroysku og íslendsku skúlarnir eru rættiliga líkir.

Útlendskir næmingar vanligari í Íslandi
Onkrir munir eru tó at síggja. Til dømis eru næmingarnir spurdir hvar teir halda, at tey, sum ikki duga íslendskt/føroyskt, skulu ganga í skúla. Her var rættiliga stórur munur á hvat næmingarnir í báðum londunum svaraðu, og føroysku næmingarnir høvdu í størri mun enn íslendsku næmingarnir hug at halda, at útlendingar skuldu í serstovu ella serskúla.
Við at kanna svarini vísir tað seg tó, at svarini eru ymisk alt eftir í hvørjum skúla børnini ganga. Í teimum skúlum í Íslandi, har nógv útlendsk børn ganga, halda næmingarnir tað vera meira sjálvsagt, at útlendsku børnini ganga í vanligari skúlastovu.

Eisini lærarar og foreldur
Kanningin er partur av størri kanning, har eisini lærarar og foreldur fáa høvi at geva sítt íkast. Í Íslandi er hesin partur gjørdur, og í Føroyum fara allir lærarar umframt foreldur at teimum børnum, sum hava luttikið, at fáa teldutøkt spurnablað um skúlaviðurskifti í næstum.

Altfevnandi matur
Ein onnur føroysk kanning var eisini løgd fram á NERA ráðstevnuni. Hetta er kanning av hugburðinum hjá næmingum í 8. flokki til teirra hug at læra meira um lívfrøði. Kanningin vísir, at matur í breiðastu merking er einasti felags táttur fyri bæði tey sum hava hug at læra meira lívfrøði, og tey sum als ikki hava áhuga í lívfrøði. Út frá hesum úrslitum verður lagt upp til at brúka estetiskar lærutilgongdir og mat fyri at gera fakið lívfrøði meira viðkomandi hjá øllum.