Skúlanæmingar sum virknir umhvørvisgranskarar
06.05.2014
Námsvísindadeildin
Skriva út

Skúlanæmingar sum virknir umhvørvisgranskarar

Seyðabit og gróður sum dømi um burðardygga nýtslu av náttúrutilfeingi í verkætlan sum sameinir undirvísing og gransking


Tórshavnar kommuna hevur játtað stuðul til eina verkætlan, sum gevur møguleika at sameina undirvísing og gransking. Bæði læraralesandi og skúlanæmingar luttaka í verkætlanini.

Seinastu árini er vorðið alt meira vanligt at aktivera leikfólk at skráseta djór, plantur og onnur náttúrufyribrigdi. Fyrimunirnir við hesum eru nógvir, m.a. at á henda hátt gerast borgararnir meira áhugaðir í náttúruni og fáa eina betri fatan av týdninginum av at granska náttúruna. Eisini ber til á henda hátt at útvega dátur, sum annars ikki høvdu verið savnaðar. Vansar eru tó eisini, m.a. kann roknast við at leikfólk gera fleiri villur enn fakfólk, og tí mugu skrásetingarnar takast við eitt sindur av fyrivarni. Við røttu vegleiðingini vísir tað seg tó, at góðar skrásetingar koma burturúr, sum vit hava dømi um m.a. úr Noregi og Bretlandi, har tey hava royndir við bæði vaksnum og børnum sum náttúru- og umhvørvisgranskarar.
   
Verkætlanin at gera børnini til virknar náttúru- og umhvørvisgranskarar er ein roynd at skipa eina undirvísing, sum samstundis savnar vitan um seyðabit og gróður. Á henda hátt er ætlanin, at børnini kanna í verki, hvat burðardygg lendisnýtsla merkir, og hvussu til ber at staðfesta, um lendi og gróður eru ymisk, og at atlit mugu takast fyri slíkum munum.
   
Hendan verkætlanin er grundað á nøkur av teimum tilmælum, sum vórðu løgd fram á norðurlendskari verkstovu fyrst í mars í ár, sí tilknýtta grein niðanfyri.