09.12.2011
Námsvísindadeildin
Skriva út

Skúli, samleiki, samhaldsfesti og seinmodernitetur

Firouz Gaini og Poul F. Guttesen eru við í stórari norðurlendskari granskingarætlan um lívsvirði hjá fólkaskúla- og miðnámsskúlanæmingum


Fleiri altjóða granskarar spáa, at spenningurin millum einstaklingin og felagsskapin fer at økjast í seinmodernaða samfelagnum. Samhaldsfestið (solidariteturin) verður skúgvað til síðis. Menniskju mugu brúka meira sína egnu orku til at mynda sín egna persónliga samleika, tá ið samfeløg, mentanir og hugsjónir missa sín eginleika at geva menniskjum eina heildarfatan av tilveruni, har eitt menniskja finnur sítt pláss, síni virði og sín samleika í størri samanheingi – har tey saman við øðrum eru partur av ein meiningsfullari heild.

Men er tað so? Hava samhaldsfesti, samanhald og samhaldsfesti minni týdning í dag enn áður? Fer størri parturin av orkuni hjá nýggju ættarliðunum til at mynda persónliga samleikan, tí tey kenna seg einsamøll í einum syndraðum heimi, har stóru søgurnar og ímyndirnar einans eru brotmyndir av eini farnari mynd? Hvussu fata ung nú á døgum sambandið ímillum einstaklingin og felagsskapin? Hesir og aðrir spurningar um lívsvirði hjá ungum í Svøríki, Íslandi og Føroyum búgva undir eini granskingarætlan, ið Firouz Gaini og Poul F. Guttesen, lektarar á Føroya læraraskúla, eru við í.

Fyrsta stigið í ætlanini var eitt spurnaskema, sum 6., 9. og miðnámsskúlanæmingar úr Tórshavn og Eysturoynni svaraðu í vár. Úrslitini av hesi spurnakanning vera viðgjørd í løtuni. Í eini grein í Frøði, ið júst er útkomið, greiðir Firouz Gaini frá, hvat nøkur av svarunum møguliga benda á. Hann vísir m.a. á, at tá hugsað verður um hugburð til samstarv og kapping, er tað ein týðiligur munur ímillum gentur og dreingir. Hóast flestu næmingarnir raðfesta samstarv hægri enn kapping, so er tað týðilga fleiri gentur enn dreingir, ið eru “púra samd” við uppáhaldinum “samstarv er meira týðandi enn kappping” (23,7% - 5,3% í 6.flokki, 20,7% - 8,7% í 9. flokki og 30,2% - 22,2% í miðnámsskúla). Hesi virði síggjast aftur í, hvussu næmingar fata skúlalív. Lutfalsliga fleiri dreingir halda, at tað er størri kapping í skúlanum enn samstarv. Hesin munurin er sjónskastur í miðnámsskúlunum, har 22,2% av dreingjunum og einans 7,5% av gentunum halda at “í skúlanum er meira kapping enn samstarv.” Gaini heldur, at dreingjum kanska dámar betur at kappast, teir “merkja kappingina og verja kappingina, tá teir skulu siga sína meining.” Í greinini, sum tú kanst lesa í nýggjastu útgávuni av Frøði, viðger Gaini eisini hugburðin hjá næmingunum til javnstøðu og rættvísi.

Hetta er vónandi fyrsti liður í eini stórari granskingarætlan. Í Frøði, sigur Gaini “at spurnakanningin – tá alt tilfarið úr Svøríki, Íslandi og Føroyum verður greinað – skal geva okkum eina grundleggandi vitan, sum kann verða brúkt til framhaldsgransking, til dømis í nýggjum kvalitativum samrøðum, sum fara djúpari inn í evnið. Á henda hátt kunnu vit siga nakað um, hvørji virði broytast, og hvønn týdning einstaklingurin og felagsskapurin hava fyri tann einstaka skúlanæminginum í praksis.”