02.09.2010
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Slow Food–rørslan sum politiskt mentanarstríð

Fyrilestur eftir Thor Øivind Jensen í Miðlahúsinum hóskvøldið 9. september kl. 20.00


Leingi var Fast Food nútímarloysnin, McDonald og aðrar matvøruketur hjálpir fólki í tíðarneyð. Nýggja herrópið innan matvøruframleiðslu er Slow Food. Atfinningar móti altjóða matídnaði fella saman við njóting. Slow food-rørslan tosar um góðsku, staðbundna mentan og um ábyrgd fyri umhvørvi og veðurlagi. Italia er upprunalandið, men rørslan hevur nú greinar í 135 londum og hevur meira enn 100.000 limir.

Thor Øivind Jensen fer at lýsa, hví rørslan man hava fingið so góðan byr, og hvussu hon er skipað. Hann fer at umrøða tann  politiska týdning, sum rørslan hevur fingið sum mótmakt til hópframleiðslu í matvøruídnaðinum, og fer at vísa á  nýggjar møguleikar, sum eru í staðbundum matsiðum.

Thor Øivind Jensen er fyrstiamanuensis á Institutt for administrasjon og organisasjonsvitskap við Universitetið í Bergen. Hann er serliga kendur fyri sína gransking av brúkararættindum í mun til m.a. farmaci-ídnaðin og framleiðslu av landbúnaðarmatvørum. Í hesum døgum er hann gestalærari í masterskeiði um organisatión og almenna fyrisiting á Søgu- og samfelagsdeildini. Vitjanin er komin í lag gjøgnum Nordpluss-avtalu um skiftislærarar í stjórnmálafrøði.