Smá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnum
Føroyar kláraðu seg lutfalsliga væl gjøgnum koronakreppuna. Men hví? Og hvussu stórur partur av orsøkini lá í sjálvari kreppustýringini?
Henda spurningin viðger greinin Small but sturdy: lessons on robust crisis governance from the Faroe Islands, sum Rógvi Olavson, ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, júst hevur fingið út í Small States and Territories Journal á University of Malta.
Kanningin av COVID19-stýringini vísir millum annað, at treystið í Føroyum sæst aftur í eini javnvág millum stabilitet og broyting, sum eisini hóskaði væl til eitt lítið samfelag sum tað føroyska. Skjótleiki og smidleiki høvdu ein stóran leiklut í føroysku kreppustýringini.
Ólavur Frederiksen tók hesa myndina av ómetaliga langa halanum av bilum við fólki, sum fóru at lata seg kanna fyri koronu
Hóast myndugleikar og stovnar vóru lutfalsliga ófyrireikaðir til COVID19-kreppuna, vísti tað seg, at førleikin til at bera skjótt at og broyta kós í eini handavending legði upp fyri vantandi politiskari viðgerð og fyrisitingarligari planlegging.
Niðurstøðan er, at skulu myndugleikar kunna stýra við treysti í baldrutum støðum, so hava spurningar um tíð og temporalitet avgerandi týdning. Serliga er týdningarmikið at finna røttu javnvágina millum skjótleika øðrumegin og politiska viðgerð hinumegin.
Hóast føroyska COVID19-stýringin ikki var lýtaleys, og hóast stórar avbjóðingar vóru í samfelagnum undir hesum avbjóðandi tíðarskeiði, so vísir kanningin, at eitt lítið og viðbrekið samfelag megnar at seta í verk treystar stýringshættir, sum fáa sum mest burturúr, at samfelagið er lítið, og sum í stóran mun leggja seg upp at skjótleika og smidleika.
Greinin kann lesast her.
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...
- 11.11.2024 SetriðMiðnám: Bara ein fimtingur ætlar at lesa í FøroyumNýggj tøl frá Hægri Námi á Glasi vísa, at bara ein fimtin...