Smábarnafrøði á granskingarferð
Sjóneykan verður sett á kyn og javnrættindi, tá ið linjulesandi í smábarnafrøði fara til Danmarkar og Svøríkis í næstum
Í komandi mánaði fara 24 lesandi á linjuni Smábarnafrøði á eina granskingarferð til Danmarkar og Svørikis. Endamálið við ferðini er at fáa størri kunnleika um kyn og javnrættindi innan dagstovnaøkið. Javnrættindi á dagstovni snúgva seg ikki um, at gentur og dreingir skulu verða eins, men um at geva teimum somu møguleikar at menna sínar førleikar, uttan mun til kyn.
Flokkurin fer at vitja stovnar, ið leggja áherðslu á hesi viðurskifti. Millum annað verður farið at vitja barnahúsið Nattergalen, ið liggur við Brøndby Strand í Danmark. Hesin stovnurin tekur millum annað støði í fortreytunum og áhugamálunum hjá tí einstaka barninum, tá ið talan er um menning, læru og einum spennandi lívi á dagstovni - sama um talan er um gentu ella drong.
Síðani gongur leiðin til Svøríkis, har flokkurin vitjar dagstovnin Egalia. Egalia er serliga kendur fyri sín kynspedagogikk, har sjónaeykan millum annað er sett á kyn og javnrættindi. Grundsjónarmiðið er, at øll hava sama virði uttan mun til uppruna, etnisitet og kyn.
- Vit vóna, at hendan granskingarferðin kann víðka um okkara sjónarring, og at vit fáa størri innlit í, hvussu stovnarnir skipa og útinna teirra námsfrøðiliga virksemi í praksis, fyri at røkka teirra stevnu, tá ið tað kemur til kyn og javnrættindi, sigur Sigrid Vesturgarð, akkersfólk á linjuni Smábarnafrøði.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...