Hóraldur Joensen
04.08.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Snarskeið í mýlskari distillatión

Mikudagin tann 6. august kl. 13-16 heldur Jens Peter Graverholt skeið í mýlskari dropadríving í Ovastovu í Nóatúni.


Í samband við at Granskingarkjarnin í evnafrøði og lívtøkni á Náttúruvísindadeildini hevur keypt KDL5-distillatiónstól, fer Jens Peter Graverholt, umboð fyri UIC GmbH í Týsklandi, at halda eitt snarskeið í fyrilestrarformi um vakuum distillatión, tunn-film-distillatión og stutt-leið-distillatión (short path distillation) í Ovastovu í Nóatúni tann 6. august kl. 13-16. Sjálvur fyrilesturin kemur at vara umleið 2 tímar, og ein tími er settur av til spurningar og kjak.

Stutt-leið-distillatión er sera væl egnað til uppreinsan og konsentrering av hitaviðkvomum evnum, so sum fiskaoljum (http://dax-consult.dk/documents/fish-oil-industry.pdf), plantuoljum, biodiesel, polymerum, pharmaceutical, kosmetikk-ingrediensum, mat-ingrediensum og tilsetingarevnum. Hesin distillatiónsformurin er eisini vælegnaður til at konsentrera omega-3 fitisýrur og aroma-evni.

Fyrilesturin, saman við hugkveikjandi, læruríkari og litfagrari Power Point presentatión, er almennur, og øll áhugaði eru vælkomin.

Tey, sum ynskja meiri kunning um mýlska dropadríving, kunnu vitja hesa heimasíðu:: dax-consult.dk

Blíðar kvøður

Hóraldur Joensen

Granskingarleiðari

Náttúruvísindadeildin