Knud Simonsen
03.04.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Snikkarin er nú Dr. Patursson

Mikudagin 2. apríl vardi Øystein Patursson Ph.D. ritgerð sína á universitetinum í New Hampshire, USA. Ritgerðin hevur heitið 'Flow through and around fish farming nets'. Verkætlanin hevur verið skipað sum eitt samstarv millum Fróðskaparsetrið og universitetið í New Hampshire.


Rák gjøgnum og uttanum eitt alinet

Øystein hevur kannað, hvussu rákið er tvørtur ígjøgnum og uttan um netið í aliringum. Mátingar eru gjørdar á alibrúk í Føroyum, umframt at royndir eru gjørdar í tóvtangunum á Universitetinum í New Hampshire og á US Naval Academy í Baltimore, USA. Mátingarnar eru nýttar til at menna eitt teldusimuleringsforrit til at gera útrokningar av rákinum gjøgnum alinótir.

Menta forritið og mátingar, sum vórðu gjørdar á Gulanum í 2005, eru m.a. brúkt til at rokna tíðina, sum skal til fyri at útskifta sjógvin í einum aliringi, og hvussu hetta verður ávirkað av gróðri. Ávirkanin av gróðri er lutfalsliga størri í spøkum ráki enn í hørðum ráki.

Dragi á einari nót.

Serligur dentur er lagdur á at finna fram til, hvussu dragi av einari nót skal roknast. Hetta hevur týdning fyri at rokna, hvussu rákið fer ígjøgnum nótina, og hvussu ein nót arbeiðir í mun til rákið.

Hvør er Øystein?

Øystein Patursson er hoyvíksingur, føddur í 1974. Í 1996 varð hann liðugur útlærdur sum snikkari, og í 1999 fór hann at lesa á Fróðskparasetrinum. Í 2002 varð hann Bachelor í oljuverkfrøði. Í 2002-03 var hann verkætlanarsettur í einum samstarvi millum netavirkið Vónina, Fiskirannsóknarstovuna og Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum, og síðani 2003 hevur hann verið PhD-verkætlanarsettur á Setrinum. Síðani fyrst í 2008 hevur Øystein starvast sum granskari á p/f Fiskaaling.

Oljufeløg og amerikumenn hava fíggjað

Ph.D.-verkætlanin er fíggjað av Statoil-bólkinum (Statoil, Phillips, Enterprise og Veba). Harumframt stuðlaðu Cooperative Institute for New England Mariculture and Fisheries (CINEMAR) og the National Oceanic and Atmospheric Administration (NOAA) royndirnar í brunninum hjá US Naval Academy.

Metingarnevnd:  Professor, M. Robinson Swift, sum var 'Dissertation Director', Professor Kenneth Baldwin, Professor Barbaros Celikkol, og Associate Professor Igor Tsukov, allir við Mechanical and Ocean Engineering við Universitetið í New Hampshire, David Fredriksson, Associate Professor í havfrøði á US Naval Academy, og Knud Simonsen, lektari í havfrøði á Fróðskaparsetrinum.