So fóru staraungarnir á flog – 10 dagar seinkaðir
Í vikuskiftinum 16. juni vóru teir fyrstu staraungarnir at síggja á flogi. Hetta eru einar 10 dagar seinri enn vanligt. Helst er tað, tað kalda veðrið ið er orsøkin.
Síðani 2006 havi eg fylgt við og skrivað niður, nær staraungarnir koma út og nær teir verða floygdir. Tíanverri havi eg ikki skrivað niður á hvørjum ári.
Í ár vórðu staraungarnir klaktir umleið 25. mai og fóru á flog 22 dagar seinri, tann 16. juni. Hetta eru einar 10 dagar seinri enn vanligt. Samanborið við 2011, komu staraungarnir í ár út 5 dagar seinri og vórðu floygdir 9 dagar seinri enn í 2011. Jens-Kjeld Jenen í Nólsoy upplýsir, at í ár ringmerkti hann teir fyrstu staraungarnar í Nólsoy tann 12. juni. Helst er tað, tað kalda veðrið, ið er orsøkin, til at starin í ár er so seinur á veg.
REIÐRINGIN
Føroyski starin verpir tvær ferðir um árið; í mai og juni. Tað hendir seg tó, at hann verpir triðju ferðina í august mánað. Starin verpur 5-6 egg hvørja ferð. Eggini eru blágrøn á liti. Starin bølir í 18 dagar og ungarnir verða floygdir 3 vikur seinri. Eftir at ungarnir eru floygdir, koma teir ikki aftur í reiðrið.
Teir fyrstu tveir til tríggjar dagarnar ferðast foreldrini við ungunum og mata teir, men fara so frá teimum og verpa uppaftur. Eftir hetta fylkjast teir nýfloygdu staraungarnir saman í flokki og ferðast víða um í bø og haga.
Dato tá føroysku staraungarnir eru komnir
út og floygdir árini 2006 til 2012.
Ár Komnir út Floygdir
---------------------------------------
2006 20. mai 10. juni
2007 21. mai 7. juni
2008 - -
2009 13. mai -
2010 - -
2011 20. mai 7. juni
2012 25. mai 16. juni
----------------------------------------
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...