Søgu- og samfelagsdeildin hevur kunningarkvøld um masterútbúgvingar
14.06.2016
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Søgu- og samfelagsdeildin hevur kunningarkvøld um masterútbúgvingar

Fimm masterútbúgvingar verða bjóðaðar út á Søgu- og samfelagsdeildini, og hóskvøldið kl. 19.00 verður skipað fyri kunningartiltaki um hesar útbúgvingarnar


Kunningarfundurin verður í hølunum hjá Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25, har kunnað verður um tær fimm masterútbúgvingarnar.

Tær fimm masterútbúgvingarnar eru:

- Søga (smátjóðir og altjóðagerð)

- Sosialvísindi og samfelagsplanlegging

- Politikkur og umsiting (stjórnmálafrøði)

- West Nordic Studies – Governance and Sustainable Management

- Løgfrøði

Tær tríggjar fyrst nevndu hava partvís felagslestur og hava felagsheitið meistaralæra. Hóskvøldið verða tær lagdar fram undir einum.

Lív Patursson, vísindaligt hjálparfólk á Søgu- og samfelagsdeildini, sigur, at talan er um fimm ymiskar útbúgvingar, men at útbúgvingarleiðararnir hava valt at gera eitt átak saman.

– Vit halda, at deildin hevur eitt breitt útboð av masterútbúgvingum, og tær vilja vit fegin kunna um, so fólk kunnu fregnast, um vit møguliga hava eina masterútbúgving, sum tey hava áhuga í, sigur Lív.

Hon leggur dent á, at tey, ið koma at lurta, sjálvsagt fáa høvi at spyrja nærri um útbúgvingarnar.

– Har vera ikki bara undirvísarar, sum tey kunnu spyrja. Vit vilja gjarna hava, at studentasjónarhornið eisini er umboðað, og tí vera eisini lesandi á ymisku útbúgvingunum, ið kunnu siga frá teirra royndum, sigur Lív Patursson.

Nær: Hósdagin 16. Juni kl. 19.00
Hvar: Søgu- og samfelagsdeildin, Jónas Broncks gøta 25 (yvir av kiosk Activ)

Skráin er hendan:

19.00-19.30
1. Masterlærukonseptið – hvat er tað?
2. Bygnaður og innihald tær fýra lestarhálvurnar.
3. Panel: Spyr undirvísarar og lesandi.

19.30-20.00
1. West Nordic Studies – hvat er tað?
2. Bygnaður og innihald tær fýra lestarhálvurnar
3. Panel: Spyr undirvísarar og lesandi

20.00-20.30
1. Master í Lóg – hvat er tað?
2. Bygnaður og innihald tær fýra lestrarhálvurnar
3. Panel: Spyr undirvísarar og lesandi