Skriva út
Søgu- og samfelagsdeildin í enn einum nýggjum altjóða netverki
Lau Øfjord Blaxekjær, samskipari av West Nordic Studies á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur frá NORDPLUS fingið 44.000 evrur játtaðar til menning av útbúgvingarnetverki. Hetta eru áleið 330.000 kr. í okkara peningi.
Talan er um netverk, ið kallast “West Nordic Studies”, og hevur til endamáls at menna flytføri (mobilitet) hjá teimum lesandi í samband við uttanlandsuppihald á masterútbúgvingini West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management.
NORDPLUS er norðurlendski stovnurin fyri læri- og útbúgvingarsamstarvi, les meira á heimasíðu teirra www.nordplus.org
Les meira um hetta netverk á hesum leinkinum (á enskum)
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...