Søgu- og samfelagsdeildin japanska vitjan
Seinasta hósdag 1. mars vóru tvey umboð av japansku sendistovuni í Keypmannahavn á vitjan á Søgu- og samfelagsdeildini.
Tokuro Ambe (Cultural Section Chief) og Shima Hasegawa Møller (Coordinator, Information and Culture Section) hittu Firouz Gaini og Jens Christian Svabo Justinussen á óformligum fundi, hvørs endamál var, at kunna gestirnar um japanska gransking í Fróðskaparsetri Føroya í dag.
Firouz Gaini hevði stutta framløgu um sínar antropologisku verkætlanir (2015 og 2018) úr Japan. Eisini fortaldi hann eitt sindur um japanskt-føroyskt samstarv innan mentan og gransking sum heild.
Jens Christian Svabo Justinussen kunnaði síðan gestirnar um samfelagsvísindaligu útbúgvingarnar á SSD.
At enda varð tosað um hvørjar møguleikar lesandi og granskarar úr Føroyum hava fyri at vitja japanskar læru- og granskingarstovnar.
Tokuro Ambe og Shima Hasegawa Møller, umframt Yoshifumi Sasatami (Charges d'affaires ad interim), sum tíverri ikki fekk verið við á fundinum á SSD, vóru í Føroyum í sambandi við japanska filmdagin á TÓFF (Tórshavn Film Festival), sum japanska sendistovan í Keypmannahavn hevur verið við til at skipa fyri.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...