Malan Marnersdóttir
05.09.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Søguligur dagur á Føroyamálsdeildini

Tað er sum á ólavsøku á Føroyamálsdeildini. Ongantíð áður hava so nógvir studentar á so mongum stigum í útbúgvingini verið til undirvísing á deildini í senn.


Fyri fyrstu ferð í søguni er undirvísing á trimum ymsum stigum á Føroyamálsdeildini.

Fyrstaárslesandi hava havt vísindaástøði og tekstgreining. Annaðárslesandi hava havt málsøgu og greining á øðrum ári. Aftur at tí byrjaðu tvey lestrarevni á BA/MA-stigi í dag, evnið "Málamót og tvímæli" við Hjalmari P. Petersen og evnið "Ritverkið eftir Regin í Líð og nýbrotið í norðurlendskum bókmentum" við Kirsten Brix.


Harumframt er tað í sjálvum sær met, at í ár eru úti við 70 studentar innskrivaðir til at lesa føroyskt á Fróðskaparsetrinum.