Almennar framløgur um sjúkrarøkt
20.11.2022
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Søk lestrarpláss á sjúkrarøktarfrøði innan 1. desember

Tørvurin á sjúkrarøktarfrøðingum er stórur í Føroyum, og nú er høvi aftur at søkja um lestrarpláss til at lesa sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya

Vilt tú taka eina útbúgving, sum er áhugaverd, spennandi og mennandi, og fáa eitt starv eftir loknan lestur, sum eisini er tað, so er at søkja inn á Setrið nú.

Útbúgvingin í sjúkrarøktarfrøði hevur nú gjørt klárt til sína vetrarupptøku av nýggjum lesandi, og evstamark at søkja er á midnátt 1. desember.

Lestrartíðin er fýra ár við starvsvenjing, og eftir lokna útbúgving hevur tú førleika til at virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingur og vera við í fakligum og tvørfakligum samstarvi. Eisini gevur hendan bachelorútbúgvingin óføran møguleika fyri víðari lestri.

Útbúgvingin fevnir um ástøðiliga undirvísing á Setrinum í samanlagt í 2 ½ ár, og kliniska undirvísing samanlagt í 1 ½ ár. Hetta seinna er starvsvenjingarparturin, sum fer fram á ymsum deildum á sjúkrahúsum, ellis- og røktarheimum, viðgerðar- og fyribyrgingarstovnum, í heimatænastuni og á  øðrum stovnum undir almannaverkinum kring landið og í venjingarstovu á Setrinum.

Við hesi útbúgvingini verður tú væl brynjað/ur til arbeiðsmarknaðin.

Hygg eftir stutta filminum her um útbúgvingina.

Les meira um útbúgvingina, umsóknarblað o.a. her.

Umsóknarfreist er á midnátt 1. desember.