
Søkið stuðul úr minningargrunni til útbúgving
Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale veitir stuðul til útbúgving, og nú verður lýst eftir umsóknum
Við hesum verður boðað frá, at Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale býtir stuðul út sambært umsóknum.
Endamál grunsins eru:
- At veita stuðul til útbúgving til eftirkomarar eftir systkjunum hjá Johannu og Conrad Skaale,
- at veita stuðul til útbúgving hjá foreldraleysum børnum uttanfyri slektina,
- at veita stuðul til børn, ið eru foreldraleys, ella sum hava mist annað av foreldrunum, og sum eru treingjandi á ein hvønn hátt, og
- í serligum førum at veita stuðul til onnur ungfólk, hóast umsøkjararnir ikki lúka treytirnar omanfyri, tá helst til útbúgvingarendamál.
Umsóknir um stuðul úr grunninum skulu vera inni í seinasta lagi 15. august 2024.
Umsóknir um stuðul skulu hava neyðugar upplýsingar og prógv um útbúgving higartil, ætlaða útbúgving og mettar útreiðslur í hesum sambandi.
Umsøkjarar, ið eru skyldir við stovnararnar sum ásett omanfyri, skulu senda váttanir um skyldskapin saman við umsóknini.
Onnur enn skyldfólk hjá stovnarunum kunnu eisini søkja um stuðul.
Umsøkjarar kunna vænta svar um mánaðarskiftið august/september
Umsóknirnar skulu sendast til:
Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale
c/o Fríða Patursson
Frúutrøð 4
Postboks 6
110 Tórshavn
- 28.03.2025 Setrið Søgu- og samfelagsdeildin FróðskapurNýggj bók um føroyskan uttanríkispolitikkMikudagin 2. apríl gevur Fróðskapur út greinasavn um føro...
- 26.03.2025 Setrið NáttúruvísindadeildinSigurd Christiansen framfluttur til lektara í evnafrøðiSigurd Christiansen er framfluttur til starv sum lektari...
- 20.03.2025 Setrið NámsvísindadeildinNámsfrøði: Grønlendingar leita sær íblástur á NÁDÍ dag vóru fimm umboð fyri grønlendsku námsfrøðiútbúgving...