Søkja leiðsluskrivara til Fróðskaparsetrið
Skriva út

Søkja leiðsluskrivara til Fróðskaparsetrið

Starvið sum leiðsluskrivari/greinari á Setursskrivstovuni á Fróðskaparsetur Føroya er leyst at søkja.


Talan er um eitt tíðaravmarkað starv í eitt ár, frá 1.oktober 2012 til 30. september 2013 ella eftir avtalu.   

Starvsøkið verður at savna inn vitan og hagtøl og gera hagfrøðiligar og strategiskar greiningar. Afturat hesum skal leiðsluskrivarin røkja ávísar skrivarauppgávur fyri leiðsluna (rektara og fyrisitingarstjóra), eitt nú at fyrireika leiðslufundir og at skriva fundarfrágreiðingar. Leiðsluskrivarin skal eisini luttaka í og samskipa strategiskt menningararbeiði, og taka lut í arbeiðinum at íverkseta góðskutryggingarskipan fyri virksemið á Fróðskaparsetrinum. Aðrar uppgávur kunnu leggjast til leiðsluskrivaran eftir avtalu við leiðsluna.

Umsóknarfreist er mánadagin 17. september 2012. Les nærri um starvið her