Søvn geva møguleika fyri øðrvísi upplivingum
Lesandi á Námsvísindadeildini hava havt verkætlan um at nýta søvn í sambandi við undirvísing og læru. Myndirnar frá verkætlanini vísa, at góðir møguleikar eru fyri læring á søvnum.
Søvn sum náttúruvísindaligir undirvísingardeplar hevur hetta heystið verið eitt meginevni hjá øllum lærara- og námsfrøðilesandi, sum taka skeið innan náttúru- og náttúruvísindi. Vitjað hevur verið á fleiri føroyskum søvnum, bæði meðan Savnsfagnaðurin var, og eisini tá bara vanligu framsýningarnar eru. Eisini hevur verið vitjað á søvnum í Keypmannahavn og í London at kanna, hvussu søvnini har gera fyri at stimbra læring, og hvussu skúlar og barnagarðar nýta søvnini.
Á hesum vitjanum er ein rúgva av myndum tiknar, og fyri at fáa sum mest av læru eisini burturúr myndunum varð skipað fyri myndakapping, har kappast var um bestu myndina í ymsum bólkum. Harumframt høvdu tey lesandi eisini møguleika at kappast um bestu grundgevingina fyri at ein mynd lýsti eitt evni serliga væl.
Bólkarnir vóru “Læring”, “Framsýning”, “Miðling” og “Náttúra”. Í dómsnevndini vóru undirvísarar og lesandi. Harumframt var Ingun í Skrivarastovu uttanseturs dómari.
Úrslitið av kappingini var lagt fram á samkomu í Auluni á Námsvísindadeildini, saman við grundgevingum frá dómsnevndini, sum Ingun í Skrivarastovu hevur skrivað.
Bólkavinnararnir
Bestu myndina í bólkinum “Læring” átti Henny Jacobsen, sum gongur á linjuni Náttúra og Tøkni. Myndin vísir, at hands-on aktivitetir fanga áhugan hjá børnum. Ein fyrimunur er eisini, at tey bæði minnast og skilja betri hugtøk, tá tað verður knýtt at onkrum ítøkiligum.
Ingun í Skrivarastovu grundgevur vegna dómsnevndina soleiðis um hesa myndina: Myndin lýsir væl, hvat tað er drongurin kannar. Vit síggja, hvussu hugtikin hann er av ljósspeglingunum, og hetta, at hann sleppur at nerta við lutirnar. Myndin lýsir eisini væl rúmið, sum hann kannar. Tað, at hann fær eina hjálpandi hond frá einum vaksnum, styrkir boðskapin um týdningin av læring. Ein vælkomponerað mynd.
Bestu myndina í bólkinum “Framsýning” átti Hanus Højgaard, sum gongur á Náttúrubreytini. Myndin er tikin gjøgnum eitt kar, sum er fylt við babyolju. Í karinum eru eisini tríggjar kolbur. Í kolbuni longst til vinstru er vatn, í tí mittastu er babyolja og í tí til høgru er luft. Av tí at ljósið verður brotið eins í glasi og babyolju, sær tað út sum “onki” er í mittastu kolbuni, meðan ljósið verður brotið øðrvísi í hinum kolbunum og tí sær tað so ymiskt út, alt eftir hvørjari kolbu tú hyggur ígjøgnum.
Ingun í Skrivarastovu skrivar vegna dómsnevndina soleiðis um myndina: Tað fyrsta sum fangar, er tað løgna og stuttliga við hesi myndini. Hví er hatta andlitið har? Tá frágreiðingin verður lisin skilst, at andlitið er ikki bara fjas, men er við at undirbyggja tað sum hendir í kørunum. Ein mynd á eini framsýning, sum skapar forvitni, og ger boðskapin greiðan og týðuligan.
Bestu myndina í bólkinum “Miðling” átti Alma á Lava frá linjuni Estetiskar lærutilgongdir. Myndin er av Bjørka Geyta á Sjósavninum, sum greiðir einum smádrongi frá um krossfiskar og teirra atferð.
Grundgevingin hjá Ingun í Skrivarastovu vegna dómsnevndina var henda: Tann eldri lærir tann yngra. Barnið er púra burtur í upplivingini, meðan maðurin frøist um, at barnið undrast. Ein væl fangað mynd, sum lýsir kjarnina í miðling, tá tann sum fortelur eisini frøist, og vil geva burtur av síni vitan.
Bestu myndina í bólkinum “Náttúra” átti Katrin L. Mortensen frá linjuni Estetiskar lærutilgongdir. Myndin er frá Sjósavninum og er av einum listaverki hjá Guðrið Poulsen niðri í einum akvarium.
Grundgevingin frá Ingun í Skrivarastovu vegna dómsnevndina var henda: Myndin vísir, hvørja positiva ávirkan menniskja kann hava á náttúruna. Eitt listaverk, sum ein nýggj verð, har ein ørgrynna av sjóverum búgva og spæla sær í. Hugtakandi.
Eisini vóru virðislønir latnar fyri bestu grundgevingar frá teimum lesandi. Her vunnu Eyðstein Ólason Poulsen frá Náttúrubreytini og Jens Mortan Rasmussen frá linjuni Náttúra og Tøkni.
Eyðstein Ólason Poulsen vísti á eina mynd av einum Waldorf skúla í London: Henda myndin er ein góð áminning um, at umstøður í skúlum ikki eru altavgerandi fyri, at undirvísing gevur úrslit. Ein góð áminning til okkum føroyingar, ið ofta brúka nógva orku til umstøðurnar, heldur enn innihaldið.
Jens Mortan Rasmussen vísti á eina mynd av einum drongi, sum hyggur inn í eitt stórt kar á Sjósavninum: Sjósavnið er heilt víst tað mest læruríka savnið, ið børn kunnu koma inn á, alt er beint við og ikki aftan fyri 10 cm tjúkkar veggir. Sjósavnið er eitt sera ljóst og vakurt savn - tað lýsir úr eygunum á dronginum, hvussu spentur hann er at stinga fingrarnar niður í hatta karið - lat hann :)
Allir bólkavinnararnir fingu ein rimmar bókapakka frá Námi við bókum innan náttúru og náttúruvísindi.
Heildarvinnari og herðaklapp
Dómsnevndin valdi eisini eina mynd sum skaraði framúr. Hesa myndina átti Alma á Lava frá linjuni Estetiskar lærutilgongdir, av einum smádrongi inni í bingjuni hjá Tróndi Paturssyni. Bingjan stendur á Listasavni Føroya. Myndin vísir, hvussu drongurin frøist yvir at uppliva nakað øðrvísi. Eisini vísir myndin, at savnsfagnaðurin gevur børnum møguleika koma inn í ein øðrvísi heim.
Ingun í Skrivarastovu sigur soleiðis um myndina: Hví skarar henda myndin framúr? Eg haldi, at tað er gleðin í andlitinum á barninum, men eisini at tað samstundis sæst ein farri av ótta. Kann eg detta niður, og hvørva í hesum óendaliga bládýpi? Barnið er í rúminum, men er eisini ein spegling, sum er bara í hesi løtuni, tá myndin er tikin. Hetta ger listaverkið til nakað nýtt fyri hvørja ferð barnið førkar seg. Tað kenst, sum at upplivingin fer at geva barninum nógv at hugsa og undrast um, og samanlagt lýsir myndin alt hetta framúr væl.
Harumframt fingu nakrar myndir eitt herðaklapp. Hesar myndir áttu Súsanna Sigurðsson, Jens Mortan Rasmussen, Alma á Lava og Sólfríð Petersen.
Bæði heildarvinnarin og tey sum fingu herðaklapp fingu bøkur frá Fróðskapi og Forlagnum í Stöplum.
Verkætlanin er eisini partur av próvtøkum sum verða komandi mánaðirnar, og spennandi verður at síggja, hvussu tey lesandi ímynda sær at søvn kunnu brúkast í teirra framtíðar arbeiði.
Longu nú ber tó til at siga, at myndakappingin vísir, at tey lesandi hava fangað nógvar góðar og lærandi løtur, og hava staðfest, at góðir møguleikar eru fyri læring á søvnum.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...