Søvnini á kunningarferð um talgilding
31.05.2016
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Søvnini á kunningarferð um talgilding

Hesa vikuna eru umboð fyri tey almennu søvnini á ferð úti um landið og kunna um arbeiðið við talgilding á stovnunum. Savnið á Føroyamálsdeildini á Setrinum er við á hesi kunningarferð.


Sunnudagin var túrur gjørdur til Suðuroyar. Byrjað var á Seglloftinum á Tvøroyri við at Hendrik Old, landsstýrismaður, segði nøkur orð. Síðani vóru framløgur frá stovnunum. Setrið kunnaði um, hvussu arbeiðið at talgilda orðaseðlar til orðabókaarbeiðið eisini fer at verða lagt út á ein almennan portal til øll áhugað at hyggja at, leik sum lærd.

Framløgurnar vóru endurtiknar umborð á Smyrli á veg norð aftur. Nógv fólk var við hendan túrin og fitt av fólki leitaði sær upp í Beinisvørð at lurta.


Mikudagin 1. juni verður aftur kunning. Tá eru søvnini í Bakarínum hjá Jórun í Klaksvík frá kl. 10 – 13.


Fríggjamorgunin 3. juni frá kl. 7:30 til 10:30 eru søvnini á Flogvøllinum og kunna.


Kunningarferðin endar í Havn. Framløgur verða á torginum í SMS frá kl. 15 til 17:30.


Luttakandi søvnini eru: Skjalasavnið, Landsbókasavnið, SavnsGull, Seturssavnið og Fornminnissavnið.