Soleiðis fyribyrgir tú bløðrubruna
Sum partur av sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya verður grein skrivað um heilsuframa og fyribyrging. Tey lesandi eru tá komin um hálva leið í útbúgvingini.
Hesar greinar viðgera sjúkrarøktarfakligar spurdómar viðvíkjandi heilsuframa og/ella fyribyrging í samfelagsligum høpi.
Í ár er avtala gjørd við Dimmalætting um at hava greinarøð undir evninum "Heilsuframi og fyribyrging" og samanlagt fýra greinar eru skrivaðar. Tann fyrsta av greinunum stóð í Dimmu seinasta fríggjadag og endurgeva vit hana eisini her á heimasíðuni hjá Setrinum.
Ókeypis og úrslitagott:
Soleiðis fyribyrgir tú bløðrubruna
Tú kennir helst til tað; tú fert á ves fyri tíggjundu ferð, letur vatnið og júst sum síðstu droparnir renna út, byrjar at svíða og brenna. Tú hevur fingið bløðrubruna. Bløðrubruni vísir seg at vera ein trupulleiki hjá nógvum kvinnum - ein óhugaligur trupulleiki. Mett verður, at um helvtin av øllum kvinnum uppliva at hava bløðrubruna í minsta lagi eina ferð í lívinum, og nógvar stríðast við afturvendandi bløðrubruna. Tó, so er bløðrubruni nakað, ið lættliga kann fyribyrgjast.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...