Soleiðis skrivar tú kvotu2-umsókn
Fríggjadagin 15. apríl er freistin at søkja um lestrarpláss á Setrinum gjøgnum kvotu2, men hvussu skrivar tú eina góða umsókn, og veitst tú alt, sum telur við sum eitt pluss?
Hvat telur við, tá tú søkir inn á Setrið gjøgnum kvotu2?
Hetta er umráðandi at vita, tí ein umsókn gjøgnum kvotu2 skal nevniliga vera grundað, og tú kanst gera nógv fyri at fáa umsóknina at telja so nógv sum gjørligt.
Metingin og viðgerðin av øllum kvotu 2-umsóknum verður bara gjørd út frá teimum skjølum, sum eru send inn saman við umsóknini. Um tú t.d. í umsóknini hevur nevnt, at tú hevur viðkomandi starvsroyndir, men einki skjalprógv hevur lagt saman við umsóknini, so verður hendan starvsroynd ikki tald við.
Minst tí til at senda okkum øll neyðug skjøl.
Hetta er eisini galdandi fyri viðgerð av kvotu 2-umsøkjarum, ið hava gymnasialt miðnámsprógv.
Útbúgvingar og skeið
Fyri at meta um tínar lestrarførleikar, tørvar Setrinum skjalprógv fyri útbúgving/um, ið tú longu hevur lokið ella lokið partar av. Talan kann t.d. vera um yrkisútbúgvingar, so sum hárfríðkanarfólk, bilmekanikari og skrivstovufólk.
Talan kann eisini vera um hægri útbúgvingar, sum tú hevur lokið, ella sum tú ert byrjað/ur uppá, men ikki ert komin á mál við, so sum akademi-, diplom-, professiónsbachelor og universitetsútbúgvingar.
Legg skjalprógv fyri øllum við umsóknini, tí alt verður tikið við í metingini.
Hevur tú tikið ískoytisprógv ella onnur fakliga viðkomandi skeið, so kanst tú eisini leggja skjalprógv fyri hesum saman við umsóknini. Talan kann t.d. vera um, at tú hevur tikið stakskeið á miðnámsskúlastigi (supplerað) ella onnur skeið, har tú hevur luttikið í undirvísing og verið til próvtøku.
Starvsroyndir
Í metingini av tínum førleikum verður hugt eftir starvsroyndum. Mett verður um, hvussu nógvar og drúgvar starvsroyndir, tú hevur, umframt hvussu viðkomandi tær eru fyri útbúgvingina, ið tú søkir inn á.
Starvsroyndir, ið eru viðkomandi fyri útbúgvingina, vekta mest í metingini, men allar starvsroyndir – eisini tær, ið ikki beinleiðis eru viðkomandi fyri útbúgvingina – verða tiknar við í samlaðu metingina. Tað vil siga, at um tú hevur arbeitt í kiosk, á flakavirki ella sum reingerðarfólk, so verður hetta tikið við í samlaðu metingina. Tó skalt tú hugsa um, at starvsroyndir, ið eru viðkomandi fyri útbúgvingina, vekta meiri í metingini. Tað vil siga, at um tú søkir inn at lesa námsfrøði, so er gott at hava starvsroyndir sum hjálparfólk innan barnaansing ella sum stuðul.
Royndir úr útlondum
Hevur tú verið uttanlands í longri tíðarskeið, skalt tú viðmerkja hetta í umsóknini. Talan kann t.d. vera um at tú hevur verið á háskúla, málskúla, skiftisnæmingur, InterRail, ella tú hevur verið úti og fjakkað.
Mett verður, at uttanlandsuppihald hevur í ávísan mun verið við til at fyrireika teg til lestur á hægri stigi. Hetta verður tikið við í samlaðu metingini, um tú leggur skjalprógv fyri hesum. Skjalprógv kunnu t.d. vera skreytblað frá háskúla ella málskúla ella ferðaseðlar, um talan er um InterRail ella fjakkaraferð.
Aðrir førleikar
Hevur tú aðrar førleikar, ið tú metir verða viðkomandi fyri útbúgvingina, kanst tú viðmerkja hesar og senda skjalprógv fyri teimum.
Talan kann t.d. vera um sjálvboðið arbeiði í hjálparfelagsskapi, ítróttarfelagi, áhugafelagi ella politikki, har tú við ávísari ábyrgd hevur tikið leiðslu ella skipað ávíst sosialt, politiskt ella annað sjálvboðið virksemi, t.d. verið ítróttarvenjari, vitjanarvinur hjá Reyða Krossi, skótaleiðari ella líknandi.
Eisini kann talan vera um lívsroyndir bæði úti og heima, sum hava givið tær innlit og lærdóm, sum verður mettur týðandi fyri teg sum lesandi á hægri útbúgving.
Tað kann eitt nú vera, at tú hevur verið í serligari lívsstøðu við egnum børnum, maka ella avvarðandi vegna brek ella sjúku. Um ikki ber til at skjalprógva hetta, so lýs tínar royndir og førleikar væl og grundgev fyri, hvussu hetta er viðkomandi fyri útbúgvingina ella útbúgvingarnar, ið tú søkir inn á.
Sum útgangsstøði skalt tú altíð leggja skjalprógv fyri tínum førleikum, men í ávísum føri ber ikki til at fáa skjalprógv, tí t.d. talan er um, at tú hevur tikið tær av einum av tínum nærmastu avvarðandi, ið hevur verið sjúk/sjúkur.
Grundgivin umsóknin
Mangan geva umsøkjarar sær ikki far um, hvussu týdningarmikil grundgivna umsóknin er fyri samlaðu metingina av tínum førleikum. Hetta er tín møguleiki fyri at vísa á, hvør tú ert og grundgeva fyri, hví tú ert væl skikkað/ur til útbúgvingina.
Grundgivna umsóknin er ein lýsing av tær og tínum førleikum, og hví tú ynskir at lesa júst ta útbúgvingina ella tær útbúgvingarnar, ið tú søkir inn á.
Hugsa um, at grundgivna umsóknin er eins og ein umsókn til starv, har tú skalt sannføra móttakaran um, at tú ert tann rætta/rætti til starvið.
Góð ráð
- Byrja í góðari tíð
- Fá onkran at lesa umsóknina ígjøgnum og bið viðkomandi gera viðmerkingar
- Skipa grundgivnu umsóknina væl, so hon greitt lýsir teg og grundgevingarnar hjá tær fyri at lesa útbúgvingina
- Greið frá, hvussu tú metir, at tínir førleikar gera teg skikkaða/n til útbúgvingina
- Vís við ítøkiligum dømum, hvussu tú hevur ognað tær neyðugu førleikarnar
- Tryggja tær, at tú hevur lagt skjalprógv ella nágreiniliga lýsing fyri teir førleikar, ið tú nevnir í grundgivnu um sóknini
- Søkir tú um upptøku til fleiri útbúgvingar, tryggja tær, at umsóknin leggur upp fyri tí ella skriva eina grundaða umsókn til hvørja útbúgving sær
Ivast tú í onkrum, kanst tú venda tær til Lestrarskrivstovuna (tlf. 352520 ella LSS@setur.fo).
Og minst til, at umsóknarfreistin er á midnátt 15. apríl.
Lesið meira her.
Umsóknarblað er her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...